Dagsisins festivaldagur byrjaði við eini karaoke kapping, sum klaksvíksgentan Birgit Sivertsen vann. Kappingin byrjaði við tveimum gentum, ið sungu Queen klassikaran We will rock you. Eftir tann sangin gekk lang løta, har eingin meldaði seg til. Veðrið var fínt, tá tað var turt og vindstilt, og nakað av fólki var savnað rundanum pallin.
Tá tað byrjaði at nærkast endanum, vóru tað tó fleiri, ið hóast alt vildu syngja. Tá kappingin var av, høvdu fimm luttakarar verið, har Birgit so streyk avstað við sigrinum. Birgit sang sangin hjá Bette Midler the Rose.
?Hetta var ordiliga kul. Eg hevði ikki væntað at vunnið, so hetta er ordiliga stuttligt,? sigur Birgit.
?Eg havi altíð sungið, og elski eg at syngja. Sum 7 ára gomul luttók eg á barnaprixnum, og annars syngi eg til ymisk høvi. Men hetta er fyrstu ferð, eg vinni,? sigur ein glað Birgit.
Eftir karaoke kappingina framførdi dansibólkurin Hóps tveir dansir.