Todi Jónsson hevur mist enn ein liðfelaga hjá sær. Tað er miðvallarspælarin Morten Bisgaard, sum nú skal spæla fyri enska 1. deildarfelagið Derby. Hann vísti stórspæl í vár, men hevur ikki vilja longt sáttmála við FCK, tí so skal han gjalda stóra skattarokning. Bisgaard er í Danmark eftir einari serligar skattaskipan, men skal hann sleppa bíligari í skatti, má hann fara av landinum aftur innan eitt ár. Morten Bisgaard hevur spælt í FCK síðani 2001.