Bisk hotel: Fara undir at stoypa í hesum mánaðinum

Arbeiðið við at byggja stóra hotellið í Klaksvík er byrjað, og um einar tvær vikur verður klárt at stoypa fundamentini

Um tvey ár stendur eitt nýtt og nýtmótans fýrastjørnað hotel í Klaksvík. Talan er um Hotel Bisk, sum verður bygt beint norðan fyri Biskupstorg út móti Vágni við góðum útsýni í allar ættir. Høvuðsinngongdin verður suður móti Biskupstorgi. Nakað eystan fyri hotellið er nýggja kappróðrarneystið, og miðskeiðis millum neystið og hotellið verður fyribils parkering við inngongd til ráðstevnuhøll og vælveruøkið á hotellinum.

 

Verkætlanin er nú komin so mikið langt, at farið verður undir stoypiarbeiði seinni í mánaðinum, sigur Jan Petersen, stjóri í P/F Christian í Grótinum, og sum varðar av felagnum, sum byggir hotellið.

 

##med2##

– Vit hava arbeitt áhaldandi síðani felagið var stovna við at koma á mál við projektering, søgt um byggiloyvi og hava í summar gjørt kanningar á økinum, sigur hann.

 

Hotellið verður bygt á sjálvari útfyllingini, sum hevur nakrar aðrar avbjóðingar, enn tá bygt verður uppi á landið, tí undirlendið má kannast nágreinliga, fyri tryggja, at bygningurin ikki fer at seta seg, eftir at hann er bygdur. Hetta arbeiðið er nú um at koma á mál, og tí er klárt at byggja í næstum.

 

– Tíðarkarmurin til byggingina er tvey ár. Ætlanin var, at hotellið skuldi vera klárt til summarið 2025, men tað fer ikki at røkka, sigur Jan Petersen.

 

Hann væntar, at hotellið stendur klárt beint eftir summarið í 2025 – ella um tvey ár frá nú av.

 

##med3##

Byggikostnaðurin fyri hotellið er 150 milliónir krónur. Fíngging er fingin til vega, eins og eginpeningur upp á 50 milliónir krónur, sigur Jan Petersen.

 

Tað er ikki ætlanin, at felagið, sum byggir hotellið, eisini skal standa fyri rakstrinum. Ein leiguavtala er gjørt við Gist & Vist, sum millum annað eigur Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn í Havn, um at reka hotellið. Móðirfelagið hjá P/F Christiani í Grótinum, P/F Palli hjá Mariannu, er minnilutapartaeigari í P/F Gist & Vist.

 

Og eigararnir vænta sær nógv burtur úr hotellinum í Klaksvík. Áður hevur felagið víst á, stóran týdning ferðavinnan hevur fyri Føroyar, og at Norðoyggjar eru væl vitjaðar við nógvum góðum og spennandi tilboðum til tey vitjandi. Miðbýurin í Klaksvík hevur ment seg nógv seinnu árini, og nú mentanarhúsið letur upp, sær Jan Petersen fyri sær nógvar synergiir millum hotellið og mentanarhúsið.

 

##med4##

– Sum ein natúrligur liður í hesi gongd meta íleggjarnir, at løtan er tann rætta at byggja eitt gott hotel í Klaksvík at tæna teimum vitjandi í norðari parti av Føroyum. Klaksvík hevur eitt virkið vinnulív, umframt nógva ítróttin, sum øll fáa gagn av nýggja hotellinum.

 

Tað eru Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum hava teknað hotellið, sum verður staðsett beint norðan fyri Biskupstorg út móti Vágni, við góðum útsýni í allar ættir. Høvuðsinngongdin verður suður móti Biskupstorgi. Nakað eystan fyri hotellið er nýggja kappróðrarneystið, og miðskeiðis millum neystið og hotellið verður fyribils parkering við inngongd til ráðstevnuhøll og vælveruøkið á hotellinum.

 

Hotellið hevur 81 rúmlig kømur við 4 stjørnum, eina matstovu og fundarsal til 300 fólk.

 

Við staðsetingini av nýggja hotellinum fær Klaksvík ein týðandi og eyðsýndan bygning:

 

 

 

• við eini serstakari staðseting, partvís í sjónum,

 

• ið kemur at liggja mitt í hjartanum í býnum,

 

• ið kann gerast ein altjóða ráðstevnu miðdepil

 

Arbeiðsheitið fyri verkætlanina er BISK hotel.