Sunnukvøldið verður alment Trapputing í Miðlahúsinum, har øll valevnini til biskupsvalið luttaka. Í hesum døgum skulu umleið 400 kirkjuráðslimir og prestar taka støðu til, hvør skal vera bispur komandi árini. Valevnini eru Marjun Bæk, Jákup Reinert Hansen, Bergur Debes Joensen, Jógvan Fríðriksson og Uni Næs.
Á Trapputinginum er ætlanin at spyrja valevnini, hvørji mál tey ætla at arbeiða við, um tey verða vald. Spurt verður millum annað eisini hvørjar avbjóðingar, tey halda verða tær størstu hjá nýyvirtiknu føroysku kirkjuni, og hvørjar tær týdningarmestu uppávurnar hjá bispi verða.
Fyri at verða uppstillaður til biskupsvalið, skal hvørt valevni hava minst 50 og í mesta lagi 150 stillarar, og skulu hesi verða antin kirkjuráðslimir ella prestar.
Freistin hjá teimum, sum hava valrætt, at atkvøða, er 3. oktober. Hevur einki av valevnunum fingið helvtina ella meira av atkvøðunum, fara tvey tey fremstu valevnini víðari til 2. umfar.
Orðstýrari á Trapputinginum í Miðlahúsinum sunnukvøldið kl. 20 verður útvarpsmaðurin Jón Brian Hvidtfeldt.