Bispur og ræst kjøt á Vesterbrogade

Komandi týsdag verður Jógvan Fríðriksson, biskuppur, gestavertur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

 

 

Í samband við týsdagsdøgurðarnar plagar Føroyahúsið at heita á ymisk fólk ella feløg um at vera vertir fyri kvøldið.  Komandi týskvøld er føroyska kirkjuliðið í keypmannahavn, Santa Ólavs Kirkjulið, vertur, og tað er í hesum sambandi at tey hava heitt á Jógvan Fríðriksson biskup um at vera gestavertur fyri kvøldið.

 

Borðreitt verður við røstum fiski, garnatálg og eplakøku, og aftaná døgurðan fer biskuppur at hugleiða um kirkjulig viðurskifti.  Trý ung fólk frá Sankt Annæ Gumnasium fara eisini at undirhalda við tónleiki og eru tey Lea Kampmann, Hávardur Magnussen og Selma Higgins.