Ævintýrið hjá B36 í Europa Cup er av á hesum sinni. Ítróttarliga skarst illa, men fíggjarliga fara teir um eitt ár at fáa eina heilsu frá UEFA. Tað verður ein kekkur uppá eina millión krónur, og tað er, so segði maðurin, ikki so galið!
285 áskoðarar vóru á Svangaskarði. At kalla teir áskoðarar er kanska í so rívan tikið til, tí teir sóu ikki serliga nógv at tí, sum gekk fyri seg inni á vøllinum! Men teir skulu eiga, at tað var lív í teimum. Sangurin gelti út úr myrkrinum, og hýrurin gjørdist einki verri, tá ísraelsku spælararnir brádliga høvdu armarnar uppi, tí teir høvdu skorað. Tá vóru 68 minuttir farnir, og málskjúttin var Istran Zoltan Hamar. Uppspælið var í vinstra borði, men tíverri ber okkum ikki til at siga meiri um, hvussu tað gekk fyri seg, tí hetta var í norðara borði, og sýnið var so mikið vánaligt, at tað var sjáldan, at vit kundu fylgja við har yviri!
Tamt
Ferðin í spælinum var ikki serliga høg. B36 menninir gjørdu eina roynd fyri at leggja alt tað í, teir vóru mentir, og teir tiltuskaðu sær eini trý hornaspørk í 1. hálvleiki, men tað tóktist, sum um at tað lá í luftini, at tað longu frammanundan var greitt, at samantaldi sigurin var avgjørdur.
Rættuligu royndirnar ímóti málinum kunnu teljast á aðrari hondini. B36 hevði tvær, og í báðum førunum var tað John Petersen, sum sendi langskot av brotsteigarmarkinum. Onnur royndin var í 1. hálvleiki og hin í 2. hálvleiki, og í báðum førunum fór bólturin dygst fram við stólpanum.
Burtursæð frá málinum hevði Beitar Jerusalem eina næska roynd. Tað var aftaná, at Egin Høgnesen hevði verið so óskettin at taka bóltin við hondunum, eftir at Arnbjørn Danielsen hevði lagt aftur til hansara. B36 manngarðurin blokeraði royndina úr átta metrum.
Veikleikarnir
Mánakvøldið skal B36 spæla ímóti HB, og tað verður fyrsta av níggju royndum hjá føroyameistarunum at betra um eitt sindur soltnu úrtøkuna higartil í ár. Við tí í huga vísti avrikið á Svangaskarði í hvussu so er tveir greiðar veikleikar, sum tað er neyðugt at bøta um.
Annar er, at liðið so at siga ikki megnar at bróta ígjøgnum í borðunum og senda flatt ella høgt innfyri. Bestu royndirnar av hesum slagnum vóru í 2. hálvleiki, og teimum stóð John Petersen fyri í vinstra borði, og so var hann sjálvandi ikki inni undir málinum at fáa nyttu burturúr.
? John Petersen er ein framúr góður spælari, og hann hevði við ein glans staðið seg í ísraelsku kappingini, helt einasta umboðið fyri skrivandi ísraelsku pressuna fyri.
Hin veikleikin er, at B36 ger ov mong mistøk, tá teir hava vunnið bóltin og eru á veg fram. Eyðsýnt er, at hetta serliga ger seg galdandi mitt á vøllinum, og tá tað kemur fyri í verjupartinum má roknast við, at mistøkini verða serliga meint sektaði.
Løtt uppgáva
hjá Benfica
Eitt umboð fyri eitt av trimum ítróttardagbløðum í Portugal var á áskoðaraplássunum. Hann var komin at eygleiða komandi mótstøðuliðið hjá Benfica, og sjálvt um hann var høviskur og ikki segði so nógv, so var eyðsýnt, at hann var sannførdur um, at Benfica í heyst fer at spæla við í bólkaspælinum í europeisku meistarakappingini.
Greame Souness, venjaran hjá Benfica, sást einki til, og har var heldur einki annað umboð fyri portugisiska felagið. Teir mundu ikki halda tað vera neyðugt, og tað skilja vit væl. Um ísraelarnir fara at megna at koppa portugisiska stórfelagnum, so er portugisiska felagið viknað meiri, enn tað ber til at ímynda sær.
jh
Hagtøl
Europa Cup fyri meistaralið, 1. innleiðani umfarið, 2. dystur
B36-Beitar Jerusalem 01- (0-0)
Hagtøl
Europa Cup fyri meistaralið, 1. innleiðani umfarið, 2. dystur
B36-Beitar Jerusalem 0-1 (0-0)
Á Toftum mánadagin 27. juli 1998, kl. 19.00
285 áskoðarar
0-1: Istran Zoltan Hamar 68
1. Egin Høgnesen - 6. Pól Thorsteinsson, 11. Arnbjørn Danielsen, 8. Jens Kristian Hansen, liðformaður - 12. Jan Guttesen, 3. Mikkjal Thomassen (17. Jákup Martin Joensen, 82), 5. Ronnie Samuelsen (Áki Mørk, 74), 7. Tomislav Sivic (4. Rógvi Larsen, 87), 2. Ninoslav Milenkovic - 9. Jákup á Borg, 10. John Petersen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Sigmundur av Teigum og 20. Bjarni Prior
Venjari: Tomislav Sivic
Gult kort: Pól Thorsteinsson
Beitar Jerusalem: 1. Itzhek David Korenfien - 17. Ihan Bakbar, 13. Aariel Raanen Dory, 5. Sergie Tartiak, 20. Assaf Domt, 14. Istran Zolthan Hamar - 2. Shamuel Levy, 8. Josef Abuxasis, 4. Jan Talagnikov - 10. Nir Arraham Sirilia (11. Eliapo Ohaha, 65), 15. Ofer Mahluf Shitrit
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 22. Gal Grief, 3. Yaakov Revien, 18. Nir Raichman, 12. Nissan Levy, 7. Eitun Mizrachi, 9. Istran Sallai
Venjari: Dror Kashtum
Gult kort: einki