Bjóða 45 familjum afturat vælkomnun til Havnar

Hetta er eitt stórmál, sigur borgarstjórin

– Nú kunnu vit skjótt bjóða 45 familjum afturat vælkomnum at seta búgv í Havn.

 

Annika Olsen, borgarstjóri í Havn kallaði at eitt stórmál, nú Tórshavnar Býráð hevur samtykt at útvega 45 grundstykki afturat á Argjum. Hetta verður eitt framhald av útstykkingini Undir Kongavarða, har 48 grundstykki eru. Men eftirspurningurin er størri enn so og tískil verða nú 45 grundstykki gjørd afturat.

 

Tað er Articon, sum hevur gjørt tey undanfarnu 48 grundstykkini byggibúgvin og meiningin er at lata sama felag halda fram fyri at fáa tað bíligari upp á seg. Tað er nevniliga ikki altíð tað loysir seg at bjóða eitt arbeiði út, siga tey í býráðnum.

 

At lata Articon gera útstykkinina, er fíggjarligt skynsemi í eini tíð, har alt kókar yvir, sigur borgarstjórin.

 

Annika Olsen sigur, at grundstykkini í útstykkingini, sum er har úti, kostaðu eini 600.000 krónur, tey nýggju fara at kosta áleið tað sama, umframt tann vanliga prísvøkstrinum.

 

Tróndur Sigurðsson heldur, at tað er pínligt, so leingi tað hevur tikið at fara undir hesa útstykkingini, tí hon hevur verið í umbúna leingi.