Bjóða fólki grundøkir í Høganesætlanini

P/F Skyn hevur nú sent út brøv til fólk, sum hava søkt um byggiøki í Nes kommunu. Skyn skal nevniliga taka sær av søluni av hesum grundøkjum fyri kommununa Nes kommuna hevur gjørt eina útstykkingarætlan undir Høganesi, sum fevnir um tilsamans 98 grundøkir til sethús. Í fyrsta umfari verða 29 grundøkir boðin út, og hesi eru millum 335 og 650 fermetrar til støddar.

Fyrsta byggistig í ætlanini fevnir eisini um fýra íbúðarblokkar.

At taka sær av sølu um umsiting av sølu av hesum grundøkjum hevur kommunan gjørt avtalu við húsameklarafelagið, P/F Skyn.

- Grundøkini verða í fyrsta umfari boðin út til tey, sum eru uppskrivaði til grundøki hjá Nes kommunu. Gingið verður eftir listanum í teirri raðfylgju, sum fólk hava skrivað seg á listan, sigur Skyn, sum nú hevur sent út tilboðið til fólk, ið hava søkt Nes kommunu um grundøki.

Felagið sigur, at um ikki øll grundøkini, sum eru við í hesi ætlan, verða seld, verða tey, ið tá eru eftir, lýst til sølu alment.

Tey bíligastu grundøkini í Høganesætlanini (335 fermetrar) verða seld fyri 260.000 krónur, og tey dýrastu (650 fermetrar) verða seld fyri 460.000 krónur.

Á kunnandi fundi um ætlanina á Runavíkar Sjómansheimi í heyst, fingu fólk at vita, at uppi í prísinum fyri grundøkið er eisini bilhús, sum verður felags í byggiætlanini.

Tey, sum standa á lista hjá Nes kommunu um grundøki og hava fingið tilboðið hjá P/F Skyn sendandi, skulu lata frætta innan 4 vikur.

Saman við tilboðnum hevur Skyn eisini sent fólki kunning um ætlanina, sum eitt nú lýsir, hvørjir servituttir og reglur annars eru tengdar at byggingini undir Høganesi.

Meira kann lesast um Høganesætlanina á www.nes.fo