Bjóða føroyingum at tippa HM-dystir

Í dag byrjar HM endaspælið í fótbólti. 64 dystir eru fyri framman í Suðurafrika, og áhugin fyri kappingini er stórur.

 

Nýggja heimasíðan hm.fo bjóðar fólki at tippa úrslitið av teimum 64 HM-dystunum, og tey, sum gita rætt, eru við í drátti um vinningar av ymsum slagi.