Nú skal okkara størsta og stásiliga strandfaraskip eisini verða ein sýnisgluggi fyri føroyska list.
Í hesum sambandi ferð Strandferðslan at bjóða listafólki at hava framsýningar umborð á Smyrli.
Tá ið Smyril kom í flotan, legði Strandferðslan stóran dent á, at brúka flaggskipið til at vísa føroyska list fram og tískil bjóðaði hon listafólki til at prýða skipið.
Tey listaverkini kunnu nú síggjast víða hvat umborð á skipinum.
Men nú fer Strandferðslan eitt stig víðari og bjóðar listafólki at hava framsýningar umborð á Smyrli.
Tað verður ein heilur veggur í bakborði á kafeteriadekkinum, sum er settur av at vísa list fram á.
- Tað verður ókeypis hjá listafólki at hava framsýningar umborð á Smyrli og hvør framsýning kann hanga uppi í ein mánað, sigur Heini á Borg á Strandferðsluni.
Hann sigur, at tað skal vera rúm fyri allari list umborð á Smyrli. Tað kunnu sostatt vera bæði málningar, listahandverk, brúkslist, sniðgeving og annað.
Einasta treyt er, at listin kann hongjast upp á veggin. Listafólk kunnu so hefta ein lista við, har tey siga, hvar áhugaðir keyparar kunnu venda sær.
Heini á Borg heldur at Smyril er eitt frálíkt famsýningarhøli, tí har kemur nógv fólk hvønn einasta dag, eisini fremmand ferðafólk. Sostatt er Smyril kanska eitt hin besti sýnisgluggin yvirhøvur til list í landinum.
Tey listafólk, sum hava hug at sýna fram umborð á Smyrli, skulu venda sær til tænastuleiðaran umborð.
Tann fyrsti at hava listaframsýning umborð á Smyrli er Palle Julsgart á Tvøroyri, sum hevur 8-10 oljumálningar av fiski, hvali og landsløgum.
Og tann framsýningin verður at síggja allan februar mánað.