Bjóða tær sjálvum av og far sjóvegis út í søguríku Stóru Dímun

Tíðindaskriv frá M/S Thorshavn
-----
Hetta er ein spennandi túrur fyri tey, sum vilja hava eina øðrvísi avbjóðing við sigling og nakað av klúgving. Ein skal vera hampuliga væl fyri og tora eitt sindur. Túrurin er ikki egnaður fyri børn yngri enn skúlaaldur, men tó lættur fyri tey allarflestu.
Túrurin gevur eina ótrúliga vakra náttúruppliving, har tú kemur heilt nær stórslignu oynni við steyrrøttu bjørgunum, Rakhellu og Kleivini umframt vitjanina á heimsins mest fjarskotna bóndagarði. Fysiska avbjóðingin at fara upp gjøgnum Kleivina gevur eitt stórt nøgdsemi, men mentala nøgdsemið er uppaftur størri. Hetta er jú oyggin, vit øll kenna aftur frá søgnunum serliga kendar úr Brestis kvæði og søguni um Anniku í Dímun. Men fyrst og fremst er hetta eitt stað, sum er rættiliga óávirkað av tíðarinnar broytingum, hóast hon fult og heilt er dagførd til dagin í dag.
Tú verður móttikin av bóndanum, tá tú stígur fótin á land í gjánni, og hann syrgir fyri, at tú trygt kemur upp á oynna og oman aftur til sjóar. Uppi á oynni bjóða bóndahjúnini kaffi og okkurt gott afturvið og siga frá um søguna og um lívið á hesi útoyggj. Tú fært møguleika at ganga runt har uppi á oynna í umleið ein tíma.
Blíðskapurin umborð á Thorshavn er ikki minni. Tú fært tú ein kaffimunn, meðan vit sigla út í oynna. Túrurin út tekur um ein tíma. Tá tú kemur umborð aftur á Thorshavn, borðreiða vit við einari framúr góðari fiskasuppu frá Seglloftinum.
Vit skipa sjálvandi eisini fyri, at tú kemur aftur og fram við bussi.
Túrarnir verða fyriskipaðir leygardagar, tá tað viðrar. Tað er týdningamikið, at tú gevur Kunningarstovuni títt fartelefonnummar ella tedupostadressu, so vit fáa fatur á tær, um túrurin verður útsettur orsakað av veðri.
Farið verður av Hvalba um 10 tíðina, so møguleiki er fyri hjá fólki norðarnfjøðs at koma við. Smyril er á Krambatanga kl. 9, og har stendur bussur, sum koyrir teg til Thorshavn. Tú ert aftur á Tvøroyri millum 3 og 4.
Túrarnir verða fyriskipaðir í juni, juli og august mánaði. Túrurin verður bert gjørdur, um í minsta lagi 15 fólk hava teknað seg.
Túrurin er eisini sera væl egnaður sum útferð hjá arbeiðsplássum og ikki minni hjá familjum, sum vilja hava eina sterka felags uppliving.
Kostnaður vaksin: 750 kr og børn undir 12 ár: 400 kr.
Tekning á tlf. 61 10 80