Borgarstjórin í Havn sendir í brævi í fjølmiðlunum Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, eitt tilboð um øki til at byggja heim til sinnisveik á í Tórshavnar Kommunu. Tað kann vera í Havn ella í Kollafirði, um Rósa Samuelsen heldur fast um, at tað ikki skal vera í Havn.
Brævið hevur heitið »Tilboð til Rósu Samuelsen landsstýriskvinnu«. Í brævinum vísir Heðin Mortensen á ymisk lýti hjá Rósu Samuelsen viðvíkjandi tilgongdini, nú hon ætlar at flyta bústaðirnar, sum upprunaliga skuldu gerast við Heygsvegin í Havn til Sandavágs.
Tilboðið er soljóðandi:
1. Tórshavnar kommuna stendur við longu givna tilboðið um at avtala eitt útreiðslubýti fyri atkomuveg til økið við Heygsvegin
2. Tórshavnar kommuna býður sær til sjálv at gera uppskot til heildarætlan fyri økið eystanfyri Heygvegin innan í mesta lagi 2 mánaðar, um landstýrið ikki sjálvt megnar hetta
3. Almannamálaráðið hevur sjálvt valt staðsetingina við Heygsvegin, og kommunan góðkennir hesa staðseting
4. Um Almannamálaráðið ynskir aðrar staðsetingarmøguleikar í Tórshavnar kommunu, so vil kommunan fegin hjálpa til við hesum, antin á landsjørð, sum so hevði verðið ókeypis fyri Almannamálaráðið, ella við at Almannamálaráðið keypir hóskandi lendi frá kommununi ella privatum.
5. Landið eigur 3 hagapartar við tilhoyrandi innangarðsjørð kring Havnina, umframt nógv lendi í Kollafirði.
- Nú eigur landsstýriskvinnan at gevast við øllum uttanumtosi og viðgera hetta málið í størri álvara enn higartil. Og landsstýriskvinnan eigur at flyta sítt fokus frá bert at røkja sitt politiska heimabeiti til at seta fokus á teir sinnisveiku brúkararnar og teirra tørv, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at Tórshavnar kommuna vil geva landsstýriskvinnuni Rósu Samuelsen tilboð um at loysa málið.
- Tað kann vera á økinum vid Heygsvegin, aðrastaðni í Havnini ella í Kollafirði, um tað er tydningarmikið fyri landsstyriskvinnuna, at tað er á bygd. Landsstýriskvinnan kann sjálv velja, hvørjum av ymsu møguleikunum omanfyri hon ynskir at taka av. Tað er bara at koma í gongd, sigur Heðin Mortensen.