Bjørk gjørdi mest um seg

FM-kappingin í frælsum ítrótti varð hildin á Svangaskarði um vikuskiftið, og serliga var tað Bjørk Herup Olsen, sum gjørdi um seg

Frælsur ítróttur

Sunnudagin varð FM í Frælsum ítrótti hildin á Svangaskarði. Hetta er ein ítrótt, sum seinnu árini hevur havt tað rættiliga trupult, og luttakaratalið á Svangaskarði bar sum so heldur ikki boð um, at talan er um tí stóru framgongdina.

Tey ungu eru ávegis
Glottar vóru tó at hóma, tí í nøkrum kappingum vóru íðkarar í yngra endanum, sum veruliga gjørdu um seg. Tað er tó framvegis eingin loyna, at skal frælsa ítróttinum vera lív lagað, so er fyrst og fremst neyðugt, at rekrutteringin verður økt. Og sum tað so ofta hevur verið sagt - og tað varð endurtikið á Svangaskarði - so gerst hetta best, um ein rennibreyt eisini kemur í Havn.
Skal tosast um met, so var tað Bjørk Herup Olsen, sum gjørdi so nógv mest um seg á Svangaskarði. Hon setti føroyskt met á 400 metra teininum, og hartil setti hon bólkamet á 100 metrum og á 800 metrum. Eitt bólkamet, sum er fyri gentur 14 ár.
Eisini Jóan Karl Joensen setti bólkamet - hetta ídreingir 18 - á 400 metra teininum, sum hann rann í 56,3 sekundum, og Jan Elmar Sørensen og Rannvá Djurholm settu eisini bólkamet á 5.000 metrum hjá monnum og kvinnum.
Og at enda kann eisini staðfestast, at Randi Kúrberg setti nýtt met í trístøkk fyri kvinnur. Her hevði hon eina roynd, sum var 8,44 metrar, men ta ferðina var vindurin ov nógvur. Ein onnur roynd var 8,35, og tað er so fyrsta føroyska metið, sum verður skrásett í hesi kappingargreinini.

Úrslitini í kappingini vóru hesi:
100 m MennVindur: +2,6
Nr.ÚrslitFornavnEftirnavnÁrg.Felag
111,6RógviHøjgaard1983Bragdið
212,4FinnHansen1968Frælsi
312,6Evaldvið Garð1972Bragdið

100 m KvinnurVindur: +2,6
Nr.ÚrslitFornavnEftirnavnÁrg.Felag
-14,4Bjørk HerupOlsen1991Bragdið
*Blandað kapping!

400 m Menn
Nr.ÚrslitFornavnEftirnavnÁrg.Felag
156,3Jóan KarlJoensen1987Bragdið
260,0Evaldvið Garð1972Bragdið
363,0FinnHansen1968Frælsi

400 m Kvinnur
Nr.ÚrslitFornavnEftirnavnÁrg.Felag
-67,1Bjørk HerupOlsen1991Bragdið
*Blandað Kapping

800 m Menn
Nr.ÚrslitFornavnEftirnavnÁrg.Felag
12.07,0Jóan KarlJoensen1987Bragdið
22.21,1Evaldvið Garð1972Bragdið
32.30,2Sølvi ReinertHansen1970Roysnið

800 m Kvinnur
Nr.ÚrslitFornavnEftirnavnÁrg.Felag
-2.33,1Bjørk HerupOlsen1991Bragdið
*Blandað Kapping

5000 m Menn
Nr.ÚrslitFornavnEftirnavnÁrg.Felag
117.07,8GuttormSørensen1968Treysti
217.21,5CecilWeihe1965Bragdið
-17.55,3Jan ElmarSørensen1991Treysti

5000 m Kvinnur
Nr.ÚrslitFornavnEftirnavnÁrg.Felag
-21.46,7RannváDjurholm1992Bragdið

Longdarlop Menn
Nr.ÚrslitFornavnEftirnavnÁrg.Felag
15,62RógviHøjgaard1983Bragdið
25,05FinnHansen1968Frælsi
34,93Evaldvið Garð1972Bragdið

Trýstøkk Menn
Nr.ÚrslitFornavnEftirnavnÁrg.Felag
110,57Evaldvið Garð1972Bragdið
210,27HeriZiska1967Bragdið
39,56FinnHansen1968Frælsi

Trýstøkk Kvinnur
Nr.ÚrslitFornavnEftirnavnÁrg.Felag
18,44RandiKúrberg1972Bragdið
8,35RandiKúrberg1972Bragdið

Kúluvarp Menn
Nr.ÚrslitFornavnEftirnavnÁrg.Felag
111,58HeriZiska1967Bragdið
210,36JanZachariasen1977Bragdið
39,35Poul AnkerZachariasen1979Bragdið

Kúluvarp Kvinnur
Nr.ÚrslitFornavnEftirnavnÁrg.Felag
18,23RandiKúrberg1972Bragdið
27,70Meifríð W.Hansen1978Bragdið
36,87SilviaLauritsen1978Bragdið