Bjørk Olsen: Mús strævið og læruríkt

Nógv vóru tey ið vónrík leitaðu sær til upptøkuroynd sum vertir til Mús. Tann hepni vinnarin gjørdist 17 ára gamla Bjørk Olsen. 30 vóru tey, ið vóru til upptøkuroynd hjá Klippfisk við vónum um at gerast nýggi vertur til Mús. Bjørk Olsen gjørdist tó hepni vinnari av kappingini, og hetta hevur sambært Bjørk verið ein sera strævin, og ikki minst lærurík tíð.

- Eg fór beint úr skúla til eina hárfríðkanarstovu, og síðani at filma. Vit arbeiddu til langt út á náttina, og tíðin at fyrireika okkum var sera knøpp, so mangan var tað strævið at fáa alt at hanga saman, sigur Bjørk Olsen.

- Tá tíðin er knøpp, lærur ein t.d. at samskifta við fólk á ein heilt øðrvísi hátt. T.d. tá ymsir serfrøðingar komu inn í upptøkuhøli, vóru vit noydd at læra at fáa tey at føla seg gott beinanvegin, tí tíðin var ikki til at hava langar samrøður við tey áðrenn upptøkurnar, sigur Bjørk

 

?Do You Want Me To Seduce You?

Ungdómsheimasíðan www.nym.fo hava mangan hildið eitt vakið eyga við almennar persónar í Føroyum, og tí kom tað ikki heilt óvænta tá eitt video brot lá á heimasíðuni, ið vísti eina heldur øðrvísi vinkul uppá ungu vertinduna. Í bakgrundini koyra orðini ?I?m not going to seduce you. Do you want me to seduce you?? , og mong eru tey, ið hava lagt ungu havnagentuna undir at sokallað ?flirtra ? við teir ymsu gestirnir í Mús sendingunum. Til hesa ákæruna sigur unga kvinnan soleiðis:

- Eg haldi at orsøkin til at eg bleiv løgd undir at ?flirtra? var tí at eg var so móð aftaná teir longu arbeiðsdagarnar, og var tískil ikki heilt tilvitað um hvørji signal eg sendi út, sigur Bjørk

 

Meira um samrøðuna í Sosialinum í dag.