Norski Ole Einar Bjørndalen slapp ígjøgnum alt kensluregistarið, áðrenn hann í gjár fekk staðfest sítt 12. HM-heiti í skíðskjóting. Bjørndalen vann upprunaliga kappingina, men saman við níggju øðrum luttakarunum fylgdi hann ikki heilt neyvt ætlaðu rutuni, og hetta fingu teir í fyrsta umfari ein revsiminutt fyri. Seinni varð revsingin tó strikað, og so kundi Bjørndalen staðfesta, at hann er tann skíðskjúttin í heiminum, sum hevur vunnið flest HM-heiti. Samstunds var talan um World-Cup sigur nummar 86 hjá honum. Eitt tal, sum bert Ingemar Stenmark áður hevur rokkið.