Bjargið Fossá! – Steðgið áatýningunum! Eru føroyingar umhvørvisbarbárar?

ØRAR ÆTLANIR: Hasar ætlanirnar eru so høpisleysar og skilaleysar, at tú fært teg ikki at trúgva, at fólk við vanligum gonguviti hugsa slíkar tankar!
NIAGARAFOSSAR / VIKTORIUFOSSAR: Hatta kann næstan samanberast við ætlanir um at gera seg inn á Niagarafossar í Norðuramerika og Viktoriufossar í Afrika!
ÚTSTYKKING OG BÁTAHYL Í SANDAGERÐI: Í Føroyum kunnu Fossáartýningarnar kanska samanberast við ætlanir um at stykkja út alt Sandagerði til húsabygging og haraftrat at gera bátahyl innast á Sandagerðisvík!?
KOSTNAÐUR: Dugir onkur at siga okkum, nær áatýningarnar hjá SEV verða liðugt goldnar við verandi ravmagnsprísum?
ANDLITSBÓKAR- OG ALTAMÓTMÆLI: Tit, sum eru í “Andlitsbókini”, mótmælið fosstýningini! Eru eingi ALTA-mótmælisfólk í Føroyum, sum í Noregi á sinni?
E.S.: HVØR EIGUR ÁIR OG FOSSAR? spurdi upprunamaður í “Amerika” einaferð.
Við áa- og fossavarðveitingarkvøðu