Bjargingarringarnir kunnu søkka

Bæði tey størstu ferðafólkaskipini í Føroyum, Norrøna og Smyril, hava bjargingarringar, sum í Svøríki eru avdúkaðir at søkka. – Tað kann væl vera, at onkur ikki er í lagið, tí kanska kanna vit teir ikki nóg væl, sigur John Mikkelsen, skipaeftirlitsmaður

– Ringarnir eita Aval. Teir komu umborð í Spania, tá skipið varð bygt.

Erland Mørkøre, skipari á Smyrli, svarar, eftir at hava kannað, hvat merki bjargingarringarnir umborð eru og spyr hví Sosialurin vil vita tað.

Svarið er rættiliga greitt.

Í Svøríki hevur ein søga koyrt í miðlunum rættiliga leingi, at nakrir av minst trimum merkjum av bjargingarringum søkka, tá teir verða blakaðir á sjógv.

Merkini eru: Valeria San Giorgio úr Italia, Perry Buoy úr Bretlandi og Aval úr Grikkalandi. Hetta seinasta hevur Smyril umborð.

Hetta kemur óvart á skiparan, sum ikki hevur hoyrt um trupulleikan.

Men tað er ikki bara á Suðuroyarleiðini hjá Strandfaraskipum landsins, har upp til 975 ferðandi kunnu vera við, at ivasamir bjargingarringar eru umborð.


Eisini Norrøna

Umborð á Norrønu, sum hevur møguleika fyri 1482 ferðandi, eru ringarnir nevniliga av merkinum Perry Bouy.

Smyril-Line sigur seg kenna til málið.

– Vit fingu eitt bræv um teir fyri einum trimum mánaðum síðan, og kannaðu ringarnar tá. Alt var í lagið, sigur Rúni Olsen, maritimur leiðari hjá Smyril-Line.

Hann leggur afturat, at danska sjóferðslustýrið hevur givið boð um at kanna ringarnar, og tað varð gjørt á Norrønu fyri nøkrum mánaðum síðan, tí DFDS hevði havt trupulleikar við nøkrum ringum.

Og tað er ikki bara DFDS, sum hevur havt trupulleikar. Á Álandi hevur Viking Line skift minst 50 bjargingarringar út, sambært blaðnum Nya Åland, eftir at tað kom fram, at teir vóru av merkinum Aval, sum føroyski Smyril hevur umborð.

Viking Line á Álandi hevur kannað allar ringarnar, og allir flutu, men velur at skifta teir, tí tað er eftir nøkur ár, at skúmurin tódnar og vatn kemur inn í ringarnar, sum tí ikki flóta.


Bara í miðlunum

Føroyska Skipaeftirlitið kennist ikki beinanvegin við málið, tá Sosialurin spyr, men John Mikkelsen, skipaeftirlitsmaður, sigur seg kenna málið.

– Eg sá tað onkrari heimasíðu, at okkurt var við ringunum, men vit hava ongi formell boð fingið, greiðir hann frá.

Hann leggur afturat, at teir ikki hava verið varugir við hendan trupulleikan á Skipaeftirlitinum.

– Tað kann væl vera, at onkur ikki er í lagið, tí kanska kanna vit tað ikki nóg væl, sigur John Mikkelsen


Hyggja at ringum

Um orsøkina til, at John Mikkelsen, ikki er heilt vísur í, um ringar, sum søkka eru í Føroyum ella ikki, sigur hann, at tað ikki er vanligt at blaka ringar á sjógv, tá teir vera kannaðir.

– Tað plagar at vera ein visuel kanning, at vit hyggja at, um teir eru í lagið. Tað er bara, um tað er sterkur illgruni, at vit blaka teir á sjógv, staðfestir skipareftirlitsmaðurin.


Klassin sent bræv

Hóast tað bert er tilvildin, sum hevur gjørt, at Skipaeftirlitið yvir høvur kennir málið, so kennir hin parturin, sum kannar skip, Det Norske Veritas ella Klassin, væl til málið.

– Vit fingur boð fyri einum tveimum mánaðum síðan, at trupulleikar vóru við onkrum ringum, og tey boðini sendu vit beinanvegin víðari, greiðir Andrass Joensen, sum arbeiðir hjá Det Norske Veritas í Føroyum, frá.

Hann leggur afturat, at hann ongantíð hevur sæð tílíkar ringar, sum søkka, og at hann ikki ivast í, at skipini, sum hava tílíkar bjargingarringar, hava kannað teir væl.

– Ferðafólkaskipini kanna teir fleiri ferðir um mánaðin, sigur hann.

Spurningurin er tó, hvat er kannað umborð á Smyrli, tá skiparin ikki umgangandi visti, hvat merki ringarnir eru, hóast júst 50 Aval ringar eru skiftir út hjá Viking Line á Álandi.


Hini í lagið

Eftir øllum at døma er tað tó bert Smyril av skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins, sum hevur ivasamar bjargingarringar, tí hvørki Teistin, Ritan, Sam ella Súlan hava nakað av teimum trimum merkjunum av bjargingarringum, sum stórt spurnartekin er sett við.

Eftir stendur, at Smyril hevur Aval ringar, sum í rúgvum eru skiftir út í Svøríki. Heldur ongar eyka kanningar eru gjørdar av ringunum á Smyrli. Skipaeftirlitið kennir bara málið úr fjølmiðlunum og staðfestir, at møguleiki er fyri, at ringar eru umborð á føroyskum skipum, sum søkka um teir verða blakaðir á sjógv.