Bjargingarroynd
?Tað er hend ein ferðsluvanlukka í Suðuroynni. Tað eru tveir bilar, ein bussur og ein persónbilar, sum hava rent á hvønn annan beint við munnan Trongisvágsmegin á tunlinum ímillum Trongisvág og Hvalba og tað eru fleiri fólk í bilunum. Eldur er í øðrum bilinum og fólk sita føst í bilununum.
Hetta vóru boðini, sum alarmsentralurin fekk kl. 20.25 mánakvøldið.
Men hetta var bara ein bjargingarroynd, sum sjúkrahúsið á Tvøroyri og sløkkilið og bjargingarfeløg í Suðuroynni høvdu í oysandi regni mánakvøldið.
Talan var ikki um nakra próvtøku, men royndin varð gjørd fyri at vita, hvussu arbeiðið gekk í eini slíkari bjarging, hvussu samstarvið og samskiftið ímillum teir ymsu partarnir í einum slíkum arbeiði riggaðu, um teir ymsu partarnir gjørdu, tað, sum kravdist av teimum - og so fingu teir eisini roynt tey ymsu amboðini fyri at vita um tey riggaðu.
Niðurstøðan av bjargingarroyndini var í stuttum, at sjálvt bjargingararbeiðið gekk væl, men at trupulleikar vóru við samskiftinum og ikki minst vóru tað mong, sum sótu eftir við eini kenslu av, at alarmsentralurin hevði svikið.
Tað gingu ikki meiri enn 10 minuttir til tann fyrsti sjúkrabilurin kom á staðið og fimm minuttir seinni kom ein afturat.
Men tað var ikki so nógv hjá portørunum at gera, tí eftir mannagongdunum kunnu teir ikki fara til bilin, fyrrenn eldurin er sløktur og brandbmeistarin hevur givið grønt ljós av tí at eldur var í bilinum.
Og tað gekk tað mesta av einum hálvum tíma, til sløkkiliðið á Tvøroyri kom fram, men tað hevur sínar orsøkir.
Sløkkiliðsbilarnir á Tvøroyri eru eitt kapittul fyri seg. Teir eru næstan 30 ára gamlir og hava so lítla motorkraft, so bara ein lítil mótbrekka er, sum í hesum føri, klárar annars so dánt 30 km um tíman og hin 40 km., um tíman - og tað er við mvg og øllum, siga tvøramenn speiskliga.
Tað er týðiligt, at teir eru argir um at hava so vánaligar bilar, tí, sum teir siga, tað er so íðuliga, at prult og skutarar yvirhála teir á veg á eitt vanlukkustað.
Men nú verður arbeitt við at fáa betri bilar.....
Tá ið alt var riggað til, gekk arbeiðið at bjarga fólkunum rættiliga gott og at hvør gjørdi sítt og fólkini vórðu flutt á sjúkrahús.
Samskiftið sveik
Ein trupulleiki er, at á vegnum niðan ímóti tunlinum er onki fartelefonsamband, so at tað var neyðugt at fara fleiri hundrað metrar frá vanlukkustaðnum at boða frá.
Sjúkrabilarnir og sjúkrahús og bjargingrfeløg hava tó serliga útferð, sum hoyrist.
Men niðurstøðan eftir royndina var eisini, at samskiftið var ikki nóg gott. Tað vóru útvið 40 fólk við í royndini og tað var ikki altíð, at eyðkennisbúnarnir vóru so eyðkendir og at frábrigdini ímillum tey ymsu liðini á vanlukkustaðnum, vóru so týðiligar at tað altíð var greitt, hvør var hvør.
Tað var eisini ein trupulleiki, at teir ymsu leiðararnir ikki vóru týðiliga frámerktir og alt hetta seinkaði samskiftinum.
Petur Olsen, leiðari á Brunaumsjónini , segði, at hetta vóru viðurskifti, sum áttu at verið tikið upp.
Annars var tað eisini týðiligt, at samskiftið við Alarmsentralin var ikki nóg gott. Alarmsentralurin skuldi boðað bjargingarfelagnum í Hvalba frá, men tey boðini komu ongantíð.
Hvalbingar frættu um vanlukkuna aðrastaðni frá og komu sjálvbodnir á staðið. Kona ein bjargingarmann var í bindiklubba, har hon frætti um vanlukkuna og boðaði manninum frá. Ein annar hevði fingið boð frá privatfólki á Tvøroyri, sum ringdu at vita, hvat var á vási....
Tað var heldur ikki Alarmsentralurin, sum ringdi til bjargingarfelagið í Fámjin.
Á sjúkrahúsinum á Tvøroyri er eisini eitt sjúkralið av sjúkrasystrum, sum skulu við sjúkrabilunum á vanlukkustaðið. Tær skulu hjálpa portørunum at geva fyrstuhjálp og at raðfesta sjúklingarnar og gera av, hvørs skal flytast fyrst og hvør, skal bíða.
Alarmsentralurin skuldi geva teimum boð, men tey boðini komu heldur ikki.
Tá ið ein løta var farin, ringdi Sjúkrahúsið á Alarmsentralin at spyrja, um tað ikki var okkurt, teir høvdu gloymt, men tá hevði vaktarskiftið júst verið á alarmsentralinum og tann, sum nú hevði vakt, visti onki, hann visti heldur onki um nakra vanlukku.
? Spurningurin, sum síðani er reistur, er, hvussu heppið tað er, at vaktarskiftið er á alarmsentralinum mitt í eini vanlukkustøðu.
Tá ið alarmsentralurin boðaði sjúkrabilunum frá, brúkti hann vanligu telefonina hjá sjúkrahúsinum og ikki tað serligu linjuna sum skal brúkast til bráðneyðug boð.
Sløkkiliðsmenn og bjargingarlið saknaðu eisini, at alarmsentralurin hevði samband við teir av og á at tryggja sær, at alt var, sum tað skuldi- ella at boðað frá, at samband ikki fekst við onkran av teimum, sum skuldi vera við. Tí tað hevði hjálpt ein hóp at vita, hvør var við í arbeiðnum og ikki...
Prísverdugt
Petur Olsen á Brunaumsjónini heldur, at tað er prísverdugt, at so nógv fólk tíma at vera við í slíkum arbeiði.
?Hetta eru fólk, sum onga løn fáa og sum ongan góðan eiga, so tað er alla æru vert, at tey vilja leggja rygg til slíkt, heldur hann.
Hann leggur eisini dent á, at hetta var ikki ein próvtøka.
?Hetta eru fólk, sum onga útbúgving hava og tað ber ikki til at koyra fólk til próvtøku, uttan at tey hava fingið eina útbúgving fyrst. Vit kunnu bara fegnast um, at teir eru til reiðar, nátt sum dag.
Ætlanin var at fáa ymisk viðurskifti fram og tað heldur hann eydnaðist, so í so máta er ymiskt at arbeiða víðari við, so at ymisk brek kunnu rættast.
Hann segði, at endamálið var at fáa nøkur viðurskifti fram, talan var um at sløkka eld, fyribyrgja eld, seta ljós upp, so at tað var arbeiðandi, syrgja fyri, at ferðslan ikki tarnaði arbeiðnum, forða fyri dálking, tí talan kundi havt verið um ein bil við vandamiklum evnum og at rudda vanlukkustaðið aftaná.
Hann heldur, at nomið var við øll hesi viðurskifti og tað riggaði gott.
Summir hildu, at í fyrstuni tóktist alt tann besi ruðulleiki, men tað ger tað ofta í slíkum støðum, men tað er skjótt, at skil fæst á og tað var tað eisini hesuferð.
Petur Olsen setti fram tað hugsaðu støðu, at summi av fólkunum, ikki vóru komin til skaða, men máttu herbergast og vóru flutt á hotel. Nú hevur hotellið skrivað eina rokning upp á 3.500 krónur, Hvør skal gjalda?? Tað var onki greitt svar til tann spurningin.
Summi av teimum, høvdu skrætt sær klæðini so illa, at tey máttu fáa onnur klæðir, so nú kom ein rokning frá klædnahandlinum upp á 2.500 krónur, hvør skuldi gjalda?
Semja var um, at var bilurin tryggjaður og var talan annars ikki var um ólóglig viðurskifti, var hetta ein rokning, sum tryggingin átti at gjalda.