Bjarni bjóðaði Brimingham av

Bjarni Nielsen var stutt frá gullinum, men misti í seinasta øvilsinum

Føroya sterkasti maður, Bjarni Nielsen, hevur í dag luttikið í sterkmanskapping í Birmingham í Onglandi. Bjarni Nielsen bleiv nummar fimm, men undan seinasta øvilsinum var hann tvey stig frá nummar eitt.

 

Føroya sterkasti maður var skjótastur í ”Yoke” og ”Farmer’s Walk”, men bleiv í seinnu greinini revsaður við fimm sekundum, tí hann gjørdi ein feil. Tað endaði tí við einum fjórða plássi.

 

Undan seinastu greinini, sum var ”atlas steinar”, var Bjarni Nielsen bara tvey stig frá fyrsta plássinum. Men hann var óheppin, tí atlas steinarnir vóru ikki av bestu góðsku. Føroya sterkasti maður misti tí nakað av tíð og endaði til samans á fimta plássi.

 

- Eg eri nøgdur við mítt avrik, men um tað bara eitt eitt sindur øðrvísi, so kundi eg eisini vunnið alla kappingina, sigur Bjarni Nielsen.

 

Bjarni Nielsen bleiv nummar fimm av 22.