Óli Jacobsen
-----
Tann 30. mai var ein áhugaverd frásøgn í blaðnum Trúboðin frá pallborðsfundi, sum Kristiligt Lurtara og Hyggjarafelag skipaði fyri Kristi Himmalferðardag um fjølmiðlaetikkin í Kringvarpinum.
Á hesum fundinum segði formaðurin Uni Næs seg sakna ein dialog um virðisgrundarlagið hjá Kringvarpinum og hjá journalistunum.
Hetta sjónarmið varð meira útgreinað av Bjarna Djurholm, tá hann millum annað segði:
“Veruleikin verður stýrdur av nøkrum fáum journalistum, og alt skal gjøgnum sáldið hjá hesum tíðindafólkum. Etikkurin og og moralurin hjá hesum journalistum kann ávirka soleiðis, at eitt mál verður flutt ein ávísan veg. Tað kann kennast á tíðindafólki, hvørji lívsvirði tey hava, og at tað ávirkar hvussu eitt mál verður lýst.”
Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum var skjótur at vísa hesum aftur: “Journalistar eru professionellir. Teirra egnu virði og meiningar leggja teir eftir, tá ið teir fara til arbeiðis, og so arbeiða teir professionelt. Tað er eisini neyðugt, at tað er eitt professionelt filtur á, hvat Kringvarpið ber víðari.”
Tíverri endaði hesin avgerandi partur av orðaskiftinum við hesum. Hetta er nú ein sera stórur og avgerandi spurningur fyri fjølmiðlar yvirhøvur, sum er sera relevantur at taka upp.
Tað er nevniliga eingin ivi um, at Bjarni Djurholm, og harvið eisini Uni Næs, hava í sera stóran mun fullkomiliga rætt í teirra sjónarmiði. Tað vita øll, sum fylgja tað allar minsta við í tíðindunum.
Eitt dømi um almennan einvísan tíðindapolitikk
Her skal verða sagt frá einum máli, sum lýsir til fulnar etikkin hjá Kringvarpinum. Tá ið slíkt kann henda er avgjørt einki (lág)mark fyri tí tíðindaflutningi, sum Kringvarpið kann standa fyri, enntá tá ið talan er um eina mannalagnu.
Dømið snýr seg um eitt mál millum tveir partar. Í fyrsta umfari varð málið lýst “eftir bókini” av DV. Her fekk DV púra rætt staðfest, at talan var um lógarbrot móti tí órættaða partinum í málinum.
DV gjørdist partur í málinum
Hetta førdi til ein óhoyrdan ágang móti órættaða manninum. Ein partur av hesum var, at eftir at málið kundi verið endað, kemur DV sum ketta úr høvdatroð við upplestur av einum manifesti frá lógbrótaran í málinum.
Hetta verður av DV endurgivið púra ókritiskt, uttan at tað hevur nakran áhuga at kanna sannleikavirðið í hesi fráboðan. Heldur ikki fekk hin parturin í málinum møguleika at svara fyri seg. Hetta gjørdist tískil seinasta orðið í hesum máli frá DV. Hetta var púra greitt brot á tær mest grundleggjandi fjølmiðlareglurnar.
Tey, ið kendu hetta mál, undraðu seg yvir ta heilt uppløgdu slagsíðu í hesum einvísa og fyri viðkomandi ærumeiðandi tíðindaflutningi.
Kringvarpsetikkur: Fullan rætt at svara sum “honum lystir”
Boðað varð Kringvarpinum frá hesi undran. Tað kom skjótt svar aftur, og niðurstøðan hjá Kringvarpinum var, at lógbrótarin í málinum
“hevur fullan rætt til at svara á tann hátt honum lystir og ongin av útsagnum hansara í brotinum er av slíkum slag, at vit kunnu prógva tær skeivar.”
Greiðari kundi Kringvarpið ikki lýsa seg sjálvt og sín etikk. Men grundleggjandi má tað undra, at eini eftir egnum tykki professionellari tíðindatænastu kundi koma til hugs, at nakar skal yvirhøvur kunn úttala seg í einum fjølmiðli, sum “honum lystir”. Enntá tá talan er um eitt persónsmál, sum snýr seg um æru og lívsvirði hjá parti í málinum.
Tað eru so sanniliga ikki øll sum sleppa at verða endurgivin, sum teimum “lystir”. Bert eitt dømi er Tórshavnar býráð. Har vóru slíkar treytir settar fyri teirra luttøku í sendingina um “deyðsfelluna”, at býráðið ikki vildi luttaka. DV hevur síðani í ótaldum sendingum roynt at geva býráðnum ábyrgdina fyri syrgiliga endan í málinum.
Tað er í hvussu er ein stórur munur á hesum báðum málum. Hvat ið enn kann sigast um leiklutin hjá býráðnum og Heðin Mortensen í tí málinum, so hava teir í hvussu er ikki havt sum endamál at skaða nakran.
Kringvarpið blástemplar lógarbrot, ágang og ósannindi
Í seinnapartinum av endurgivna svarinum kundi kringvarpið ikki finnað nakað skeivt í umrøddu fráboðan. Tí kundi DV blástemplað hesi “tíðindi” sum sannleika, og harvið eisini legitimera tað, sum seinni hendi í hesum ódámliga máli.
Tað var longu tá alment kent, at málið sum heild og harvið hesi tíðindi vóru bygd á falsan og ósannindi. Hesum dugdi kringvarpið ikki at síggja nakað skeivt í!
Einki svar er eisini eitt svar
Kringvarpinum varð síðani við dokumentatión greitt frá málinum út í æsir. Umframt tað, at málið sum slíkt bygdi á heilaspuna, kundi vísast á setning fyri setning í umrøddu “tíðindum”, at talan var um ósannindi og manipulatiónir frá enda í annan við tí einasta endamáli hjá lógbrótaranum at rættvísgera seg sjálvan og at geva órættaða partin í málinum ábyrgdina fyri ta viðferð, hann fekk. Hansara “brotsverk” var, at hann hevði kravt og fingið sín rætt. Hetta visti DV alt um.
Samstundis vórðu settir fram Kringvarpinum nakrir ítøkiligir spurningar, um hvussu hesi tíðindini kundu samsvara við leiðreglurnar fyri góðan fjølmiðlasið. Henda frágreiðing varð eisini sent stýrinum fyri Kringvarpið.
Men nú hoyrdist ikki eitt kis frá Kringvarpinum. Formaðurin fyri stýrið var kortini so frægur at senda eina váttan um, at brævið var móttikið.
Tað kann tískil staðfestast, at kringvarpið ikki kundi svara hesum ítøkiligu spurningum, tí talan var um greið brot á hesar leiðreglur.
Umbering valdast eisini hvør tað er
Í hesum málinum var taktikkurin týðiligur. Málið skuldi tigast í hel. Hetta er ikki ókent í Føroyum og plagar eisini at eydnast.
Tá Kringvarpið ikki kundi ávísa samsvar millum hesi tíðindini og sínar egnu leiðreglur, kundu teir tikið hetta mál upp og fingið rættað tann upplagda skeivleikan og órættin í hesum tíðindum.
Men soleiðis spælir klaverið ikki, tá ið talan er um journalistar í Føroyum. Tað kemur stórt sæð ikki fyri, at teir ásanna mistøk.
Tí undraði tað, tá ið Kringvarpið nakað herfyri bað um umbering fyri at hava lagt tvey fóltbóltslið undir at hava avtalað úrslitið av einum dysti. Men henda umbering var eftir øllum at døma givin av ringum huga. Sambært Sosialinum kom hon nærum tveir mánaðir aftaná hesi tíðindi, og lá hon bert eina løtu á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Men her var jú talan um maktfull ítróttarfeløg, sum kundu seta í verk tiltøk móti kringvarpinum við teimum trupulleikum, hetta kundi geva fyri teirra ítróttatíðindi.
Í hesum málinum taldi tað meira fyri Kringvarpið at tekkjast tí partinum sum var upprunin til hetta mál, enn at tryggja rættvísa viðferð – og eftirmæli - hjá manni, sum ikki kundi, ikki slapp og nú ikki kann verja seg.
Umbering valdast nevniliga eisini hvør tað er!
Teir ósvaraðu spurningarnir
Einki svar er eisini eitt svar. Ósvaraðu spurningarnir til kringvarpið snúðu seg fyrst og fremst um, hvussu umrøddu tíðindini samsvaraðu við fylgjandi leiðreglur fyri góðan fjølmiðlasið:
1.2 …. Fjølmiðlar hava .. serstaka ábyrgd av, at øll viðkomandi sjónarmið verða lýst.
1.4 Fjølmiðlar eiga at verja einstaklingar og bólkar fyri órætti frá almennum myndugleikum og stovnum, fyritøkum ella øðrum felagsskapum.
1.5 Fjølmiðlar hava rætt og skyldu at kunna um tað, ið hendir í samfelagnum og at avdúka ivasom viðurskifti.
3.2 Tað er góður fjølmiðlasiður at vera vandin í valinum av heimildum, og at eftirkanna, at upplýsingar frá heimildum eru rættar.
Ber til at stýra tíðindunum?
Hesar reglur skuldu annars verið ein sjálvfylgja og kunnu eisini sigast at vera ein partur av sjálvsøgdum mannarættindum, sum eru grovt brotin í hesum máli.
Men at hesar reglur eftir øllum at døma verða brotnar enntá fyri at skaða ein privatpersón tykist ikki at nerva nakran, sum hevur ábyrgd av Kringvarpinum.
Tað er eisini ein spurningur, um Kringvarpið við umrøddu brotum í leiðreglurnar ikki eisini hevur framt brot á hesa reglu:
2.1 Tað áliggur øllum fjølmiðlum og tí einstaka fjølmiðlafólkinum at verja integritetin og trúvirðið, so arbeiðast kann uttan trýst frá einstaklingum ella bólkum, sum av politiskum, fíggjarligum ella øðrum orsøkum kunnu hugsast at vilja ávirka innihaldið.
Tað kann í hvussu er prógvast, at ágangandi partur í hesum máli hevur fingið málið lýst júst, sum hann vildi hava tað. Bæði við tí sum er sagt, og tí sum tagt er um!
Tað skal tilskilast, at hetta dømið stavar frá tíðini undan núverandi tíðindaleiðara í Kringvarpinum.
Hetta mál er so vanæruligt, at tað skuldi ongan týdning havt, at fjølmiðlanevndin eftir øllum at døma er óvirkin.
Eingin “professionell” trygd
Á umrødda pallborðsfundi helt tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, at øll tíðindi fingu eina “professionella” viðgerð, og hetta skuldi vera trygdin fyri trúvirðinum í tíðindaflutninginum.
Til hetta er fyrst at siga, at tað er so púra einki grundarlag fyri hesum páhaldið. Tað er avgjørt einki sum bendir á, at journalistar skulu hava betri skil á, hvat er rætt ella skeivt enn onnur. Tað er til dømis hetta mál eitt gott prógv um.
At billa fólki slíkt inn er eisini vandafult. Hetta ger, at vanlig fólk ikki tora at vísa sína “býttheit” við at finnast at “professionella” tíðindaflutninginum. Á umrødda pallborðsfundinum vóru bert tvey, sum tóku orðið eftir at hava fingið at vita, at tað er so avgjørt einki galið við kringvarpinum!
Formaðurin í Kristiliga lurtarafelagnum ynskti ein dialog um virðisgrundarlagið hjá kringvarpinum og hjá journalistunum. Men tað skilst, sum at her var einki at hava dialog um! Tað ornaðu tey sjálvi sínámillum. Úrslitið er har eftir.
Tað vísir seg nevniliga, at skulu journalistar hava dialog, so er tað bert millum teir sjálvar. Har er sjáldan nakað at finnast at, í hvussu er ikki hjá teimum sjálvum!
Tíðindaflutningurin valdast hvør tað er
Tað eru uttan iva nógv heiðurlig tíðindafólk í føroysku miðlunum. Men henda søgan talar fyri seg. Niðurstøðan er greið. Tíðindaflutningurin valdast, hvønn tað er, sum hann snýr seg um. Og er “brúk” fyri tí verða allar fjølmiðlareglur settar til viks.
Hetta gevur tann trupulleika, at almenningurin ikki veit, nær talan er um “røtt” tíðindi og nær tey ikki eru tað. Tí mugu øll tíðindi takast við fyrivarni.
Tí kann tað saktans vera, at Heðin Mortenen hevur rætt í síni lýsing av teirri herferð, sum Dagur og Vika hevur móti honum og býráðnum.
Tað skal sigast, at Sosialurin sum tann einasti miðil royndi at lýsa hetta mál, sum tað veruliga var. Hetta var millum annað gjørt við at kunna vísa á, hvussu vanæruligt hetta mál var fyri ta fakfelagsrørslu, sum stóð aftanfyri tað.
Kortini eydnaðist hesum fólkum at tiga hetta mál í hel, fyrst og fremst takkað veri DV, sum tá longu hevði lagt støðið.
Vanlig rættvísiskensla sigur, at slíkt eigur ikki at kunna bera til í einum skipaðum samfelag. Hetta mál vísir greitt, at kringvarpinum tørvar eitt mótspæl í etiskum spurningum, sum tá ið stovnurin á umrødda hátt ger seg inn á borgarar og enntá noktar teirra nærmastu eina frágreiðing.
Hetta kundi kanska verið ein uppgáva hjá Kristiligum Lurtara- og Hyggjarafelag. Roknast kann við, at teirra etikki bagir í hvussu er einki.