Fólkafloksmaðurin og fíggjarnevndarformaðurin Bjarni Djurholm mælti í septembermánað til eina búskaparliga tillaging. Hann dugdi ikki at síggja samsvar millum ætlanir um fullveldi og førda fíggjarpolitikkin.
Tá kendi Bjarni Djurholm ikki endaligu tølini á fíggjarlógini. Í dag kennir hann tølini og hann hevur lisið Caragata álitið, sum Vinnumálastýrið hevur latið gjørt.
Bjarni Djurholm staðfestir í dag, at skal ein røkka búskaparligu fortreytunum fyri fullveldi, so eru tillagingar neyðugar. Hann sigur, at greitt samljóð er ímillum Caragata álitið og politikkin hjá Fólkaflokkinum.
Caragata
- Hyggur ein at Caragata álitinum, so verður lagt upp til tveir vegir. Ein leið er at lata standa til og hava eitt samfelag, har karmurin er óbroyttur. Minkar ein tá ríkisveitingina, so er úrslitið at tað almenna veksur lutfallsliga og skattur, avgjald og innkrevjing kemur ístaðin. Ein almennur búskapur, sum veksur meira og meira. Heldur tann gongdin fram, so gerst búskapurin og samfelagið ikki so liðiligt og framleiðsluparturin kemur eisini at líða undir hesum og vit verða ikki kappingarfør, sigur Bjarni Djurholm.
Fíggjarlógin ikki vaksa
- Hin leiðin er at loysa upp. Skal ríkisveitingin burtur, so skal loysast upp og hetta stuðlar tí, sum Fólkaflokkurin hevur ført fram, sigur Bjarni Djurholm.
Hann metir, at greitt samljóð er ímillum búskaparliga partin í samgonguskjalinum og álitið hjá Caragata
Hann fegnast um, at álitið staðfestir, at vøkstur má ikki verða á fíggjarlógini, um málið um fullveldi skal náast.
- Tað er gott at fáa hetta staðfest av óheftum fólkum, heldur Bjarni Djurholm.
Nýggi veruleikin
Mong viðurskifti eru nevnd í álitinum frá Caragatabólkinum.
- Mong viðurskifti mugu broytast, staðfestir Bjarni Djurholm.
- Øll mugu gera sær púra greitt, at tá vit taka eitt so stórt stig, so er neyðugt at tora at laga samfelagið til nýggja veruleikan, sigur Bjarni Djurholm.
- Í álitinum siga teir, at sosialu veitingarnar mugu lækka og fiskakvoturnar skulu vera meira umsetiligar og eitt aðalmál er, at skattatrýstið má lækka, so vinnan kann gersast meira fjøltáttað. Hetta eru viðurskiftir, sum vit mugu taka til alvorliga umrøðu, tí lagar ein ikki samfelagið til broytta veruleikan, so enda vit í einum uppsteðgaðum samfelag, har skattaskrúvan verður strammað, sigur Bjarni Djurholm.
Bjarni Djurholm ger vart við, at boðskapurin hjá Fólkaflokkinum leingi hevur verið, at samfelagið má lagast eftir samtíðarviðurskiftunum.
Lækkaðar veitingar
Bjarni er greiðir yvir, at nakað av tí, ið ført verður fram í álitinum hjá Caragata, ikki er lætt at selja og krevur ópopulerar avgerðir. T.d. hetta við at lækka sosialu veitingarnar.
- Ein og hvør avgerð hevur avleiðing. Ein má syrgja fyri, at tær eru minst møguligt negativar, sigur Bjarni Djurholm.
- Hugsa vit um, hvørt av londunum rundan um okkum, vit eiga at samanbera okkum við, so er tað Ísland, ið vit lutfallsliga hóska best saman við. Hini londini á okkara leiðum hava eitt meira fjøltáttað grundarlag at standa á, heldur Bjarni Djurholm.
Bjarni heldur, at hóast okkara støða kannn verða øðrvísi, enn tann íslendska, tá vit hava minkað blokkin, so kann ein ikki rokna við, at okkara vælferðarsamfelag kann síggja nógv øðrvísi út, enn tað íslendska, tá blokkurin er heilt burtur. Hugsar ein so um sosialu veitingarnar, og skal samanbera við okkurt vit kenna, so má roknast við, at sosialu veitingarnar hjá okkum koma at minna um tær íslendsku, heldur Bjarni Djurholm.
Upp til hvønn einstakan
Fíggjarnevndarformaðurin metir, at vit mugu venja okkum við hugsanina um, at tá vit skulu standa á egnum beinum, so verður upp til hin einstaka frá ungum árum av at tryggja seg, so hann hevur eina góða tilveru á ellisárum,
Hann leggur tó dent á, at hetta skal síggjast í ljósinum av øðrum tiltøkum, ið eisini fylgja við, t.d. skattalætti. Bjarni Minnir í sama viðfangi á, at tað er Ísland, ið vit eiga at sammeta okkum við.
-Tað ræður um hjá okkum at laga tað so, at landskassans partur verður so lítil sum gjørligt, so landskassin kann savna seg um heilsumál, almannamál og og skúlamál. Restina mugu vit umskipa í einum dynamiskum samfelag, sigur Bjarni Djurholm.
Ongar tillagingar at hóma
- Tað var nakað av hesum, ið eg førdi fram í heyst. At samsvar má vera millum búskaparpolitikk og ætlanir. Í fíggjarlógaruppskotinum, sum eg ikki kendi tá, men kenni í dag, er einki sum bendir á, at ein ætlar í holt við nakrar tillagingar, staðfestir Bjarni Djurholm.
Tí fegnast Bjarni Djurholm um álitið hjá Caragata, ið stuðlar Bjarna og vísir á, at neyðugt er at síggja veruleikan úr øðrum sjónarhorni, tann dag vit standa á egnum beinum.
- Neyðugt er hjá okkum, at førdi politikkurin endurspeglar ætlanirnar. Tí mæli eg øllum til at lesa álitið, sigur Bjarni Djurholm, ið bert kann staðfesta tað, ið hann áður hevur ført fram.
Ikki bílagt
Hann er ikki samdur, tá ført verður fram, at álitið er úrslit av bílagdari kanning frá liberalum serfrøðingum.
- Nei, tað haldi eg ikki, at ein kann siga. Tað er so langt síðani, at Vinnumálastýrið avgjørdi, at nøkur álit skuldu skrivast um framtíðar vinnupolitikk. Eg haldi tað var í undanfarnu samgongu. Tá ein so kendi arbeiðssetningin í Hvítubók, so líkasum manglaði nakað, sum vísti á, hvussu samfelagið skuldi skipast, tá samfelagið slepti blokkinum. Tað gevur Hvítabók ikki svar uppá og tað stóð heldur ikki í arbeiðssetninginum, sigur Bjarni Djurholm
- Úrslitið av hesum var, at Vinnumálastýrið avggjørdi at seta óheftar og kendar persónar at skriva álit. Teir ráðgeva m.a. IMF, sigur Bjarni Djurholm og leggur afturat, at júst hvørjir persónarnir eru, er val Vinnumálastýrisins.
Bjarni metir ikki, at broytingarnar í álitinum eru so tætt knýttar at fullveldisætlanunum.
- Teir vísa á, at broytingar kunnu gerast, um ein so broytir ríkisrættarligu støðuna, ella um hon er tann sama, sum í dag, sigur Bjarni Djurholm.