Bjarni Nielsen hevur staðfest enn eina ferð, at hann er sterkastur í Føroyum. Hann vann í kvøld Føroya Sterkasti Maður tiltakið, ið var í høllini á Hálsi.
Bjarni Nielsen legði seg á odda longu í fyrsta øvilsinum og var á odda allan vegin. Hóast hann hevði trupulleikar við øðrum beininum, so var heitið ongantíð í vanda. Bjarni Nielsen hevði munin á Róa Holgarsson, ið elti hann alla kappingina.
Endaliga støðan FSM 2016:
Bjarni Nielsen 27 (stig)
Rói Holgarsson 23
Bogi Andressen 17
Óli Andresen 16
Helgi Lamhauge 11,5
Bárður Poulsen 10,5
Beinleiðis frásøgn frá FSM 2016:
20.00: Bjarni Nielsen blívur nummar tvey í øvilsinum "Atlanssteinurin". Hann er einsamallur saman við Óla Andresen at lyfta allar fimm rundu steinarnar upp á tunnurnar. Óli Andresen gjørdi tað upp á 38,80 sekund, meðan Bjarni Nielsen kláraði tað upp á 41,24 sekund.
Bjarni Nielsen vinnur FSM 2016 við fýra stigum fleiri enn Rói Holgarsson.
19.41: Bjarni Nielsen hevur trupulleikar við øðrum beininum, men megnar alíkavæl at blíva nummar tvey í "Farmers walk" frammanfyri Róa Holgarsson. Argjamaðurin Óli Andresen vinnur og lyftur seg vekk frá botninum. Nú er eitt øvilsi eftir.
Støðan eftir 3. øvisli:
Bjarni Nielsen 22 (stig)
Rói Holgarsson 20
Bogi Andressen 13
Helgi Lamhauge 10,5
Óli Andresen 10
Bárður Poulsen 8,5
19.13: Trý ølvilsir hava verið og tað tætt í oddinum, har bara eitt stig millum Bjarna Nielsen og Róa Holgarsson.
Støðan eftir 3. øvisli:
Bjarni Nielsen 17 (stig)
Rói Holgarsson 16
Bogi Andressen 11
Helgi Lamhauge 9,5
Bárður Poulsen 5,5
Óli Andresen 4
FSM 2016
Í kvøld er Føroya Sterkasti Maður kappingin anno 2016. Bjarni Nielsen er verandi FM vinnari og favorittur at vinna heitið aftur í ár.
Vinnarin av hvørjum øvilsi fær seks stig, meðan nummar tvey fær fimm stig og so framvegis. Stendur á jøvnum, so verða stigini deild. In.fo fylgir gongdini í høllini á Hálsi.
Luttakararnir eru:
Bjarni Nielsen
Rói Holgarsson
Helgi Lamhauge
Óli Andresen
Bárður Poulsen
Bogi Andressen