Bjarni skoraði 11 mál í føroyingauppgerðini sum Afturelding vann

Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni taptu úti á Heimey

Mynd: mbl.is

Trý føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í dag. Harímillum var ein føroyingauppgerð.

 

Liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Valur tók á heimavølli móti liðnum hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding.

 

Afturelding sigraði 34-31. Hallur Arason gjørdi sítt við at skjóta seks mál, og harvið vera næstbesti málskjúttin hjá Afturelding í kvøld.

 

Tað var tó Bjarni í Selvindi, ið gjørdi mest vart við seg, serliga í fyrra hálvleiki. Bjarni var stórskjútti við heili 11 málum.

 

Aftaná tvey umfør hevur Afturelding tvey stig og Valur eitt stig.

 

Stjarnan við Jóhannes Bjørgvin á liðnum spældi í kvøld útidyst móti ÍBV úti á Heimaey.

 

ÍBV vann dystin 33-31. Í steðginum var ÍBV á odda 18-16.

 

Jóhannes skoraði tvey mál fyri Stjörnuna í kvøld.

 

Stjarnan hevur tvey stig fyri tveir dystir.

 

Komandi hóskvøld klokkan 20.30 verður aftur føroyingauppgerð. Tá tekur Stjarnan móti Vali á heimavølli.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 tekur Afturelding móti KA á heimavølli. 

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

 

 

Mynd: mbl.is

Stjarnan við Jóhannesi Bjørgvin á liðnum tapti fyri ÍBV

Afturelding vann føroyingauppgerðina í kvøld