Bjarni var toppskjútti í European League sigri hjá Vali

Valur var aftanfyri við trimum málum í steðginum, men vunnu við níggju málum

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali standa við einum góðum møguleika at vinna seg í bólkaspælið í EHF European League.

 

Valur vann í kvøld 34-25 á heimavølli á kroatiska liðnum, Vinkovci.

 

Tað stóð einki til í fyrra hálvleiki. Vinkovci legði seg á odda 6-0 áðrenn Bjarni skoraði fyrsta málið hjá Vali. Í steðginum var Vinkovci á odda 16-13.

 

Men í seinna hálvleiki fekk pípan eitt annað ljóð. Við betri álops- og verjuspæli, umframt fleiri bjargingum frá Bjørgvini Pálli Gústavssyni í málinum vendi Valur øllum á høvdið.

 

Valur vann seinna hálvleik 21-9, og harvið dystin 34-25.

 

Bjarni gjørdist toppskjútti hjá Vali við sjey málum. Allan var ikki millum málskjúttarnar í kvøld.

 

Returdysturin í Kroatia verður leiktur komandi leygarkvøld klokkan 18. 

 

Áðrenn tað, mikukvøldið klokkan 19.30 skal Valur spæla dyst á útivølli móti ÍBV í bestu íslendsku deildini.