##med2##
.- Nú eru vit tveir fegnir Jóannesar. Hetta sigur Jóannes Bjartalíð aftaná góðu avrikini hjá honum og liðfelaganum í KÍ, Jóannes Kalsø Danielsen seinastu tveir landsdystirnar, har fyrst Bjartalíð gjørdist dagsins spælari í dystinum móti Rumenia, og síðani fór heiðurin víðari til Kalsø Danielsen í 1-0 sigrinum á Malta á Tórsvølli í kvøld.
Jóannes Bjartalíð heldur, at navnin var dekan ov spentur fyrr í dag, tá tað gjørdist greitt, at hann skuldi byrja inni, men hann hevur roynt at fingið liðfelagan og navnan at taka tað róligt, og tað bar góða frukt undir landsdystinum í kvøld. Jóannes Bjartalíð er hugtikin av hvussu navnin Kalsø Danielsen sprintaði aftur og fram og stríddist av øllum alvi.
Ein annar spælari sum Jóannes Bjartalíð heldur gjørdi tað framúr gott í kvøld var Sølvi Vatnhamar.
Jóannes Bjartalíð er fegin um at hava roynt at hava vunnið við landsliðnum, ikki minst í seinasta landsdystinum hjá Lars Olsen og Atla Gregersen á heimavølli.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð aftaná 1-0 sigurin á Malta.
##ms##