##med2##
Aftaná tann fyrsti steyparómurin hevði lagt seg komu landsliðsspælarin, Jóannes Bjartalíð og liðskiparin hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen upp til Trónd Arge, reportara hjá FM1 at seta orð á kærkomna FM-gullið.
- Tá eg síggi bóltin fara framvið múrin var eg ikki í iva um, at bólturin fór í mál, sigur Jóannes Bjartalíð um 3-0 málið sum hann skoraði hegnisliga við einum frísparki seint í dystinum.
- Hetta er eitt fantastiskt minnið, ið eg ongantíð fari at gloyma, sigur 21 ára gamli liðskiparin, Jákup Biskopstø Andreasen um FM-gullið, og fyri Jákup var tað kensluborið og serligt at taka ímóti FM-steypinum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð og Jákup Biskopsstø Andreasen.
##ms##