Fyri fyrstu ferð síðani 14. august var Jóannes Bjartalíð at síggja á vøllinum fyri Fredrikstad aftur.
Fredrikstad spældi í kvøld á útivølli prestisjutunga grannauppferð móti lokala arvafíggindanum, Sarpsborg 08.
Tað eydnaðist Fredrikstad at vinna dystin á Sarpsborg Stadion 1-0. Sigursmálið skoraði Henrik Skogvold í 49. minutti.
Jóannes Bjartalíð fekk 13 minuttir á vøllinum í kvøld.
Fredrikstad er nummar fimm í deildini við 40 stigum, sama stigatali sum nummar fýra, Viking Stavanger, ið hevur betri málúrtøku.
Komandi sunnukvøld klokkan 19 spælir Fredrikstad fjórðingsfinalu í norsku steypakappingini. Dysturin verður á útivølli móti oddaliðnum í næstbestu deildini, Vaalerenga.