Bjarti Mohr farin úr Fólkaflokkinum

Bjarti Mohr, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, er ikki í Fólkaflokkinum longur Bjarti Mohr er ikki formaður í Havnar Framburðsfelag, valfelagi Fólkafloksins í Suðurstreymoy, longur. Tað sæst á heimasíðuni hjá Fólkaflokkinum.

Dimmalætting skrivar, at málið um manningina á trolaranum Topaz hevur havt við sær, at Bjarti Mohr er koyrdur úr Fólkaflokkinum. Blaðið endurgevur vælvitandi keldur fyri at siga, at Bjarti Mohr verður ongantíð valevni hjá Fólkaflokkinum aftur.

Bjarti Mohr umboðar Fólkaflokkin í Tórshavnar kommunu, men á býráðsfundinum í gjárkvøldi var varamaðurin á fundi, tí Bjarti Mohr hevði biðið um farloyvi frá býráðsarbeiðinum, skrivar Dimmalætting.