Kultbólkurin úr Vágum, Tinganest spældu fyri hálvfullum hølum í Flags Teltinum. Men hetta var hóast alt ein væl væluppløgd áskoðarafjøld av gomlum og ungum fjepparum. Vágakultbólkurin Tinganest spældi fyri hávfullum hølum í Flags Teltinum í kvøld kl. 20.00. Ætlanin var, at Hamferð skuldi spæla hetta tíðspunktið, og at Tinganest skuldu spæla kl. 22, men skráin bleiv broytt fyrr í dag. Hetta var helst eisini orsøkin til, at tað vóru so fá fólk komin at hoyra bólkin, sum er vorðin fólkaogn við løgum sum Vágagellan, ?Annan sang?, ?Síðsta dans? og ?Upp á tá?. Hóast fá fólk vóru at byrja við, so komu fleir móti endanum á konsertini, sum var ein stuttligur og ikki minst undirhaldandi tími á Summarfestivalinum. Men ongin ivi um at konsertin hevði verið nógv betur eydna, um teir høvdu spælt eitt seinni tíðspunkt. Tónleikurin hjá bólkinum er gjørdur til at syngja við, og tað vóru fleiri, sum vóru ótrúliga kedd um at tey ikki fingu høvi til at hoyra bólkin, sum spæla og syngja sum bjørt jólaljós.