Mentanarvika verður í Sunda kommunu í døgunum 10.-19. september.
Ein fjølbroytt, forvitnislig og rúgvusmikil skrá er løgd fyri dagarnar frá og við hósdegnum 10. september til og við leygardagin 19. september.
Í skránni, sum vit fara at venda aftur til á in.fo í kvøld, er nógv ymiskt og áhugavert, og her verða tiltøk bæði til yngra og tilkomna ættarliðið.
Tá lagt verður fyri hóskvøldið klokkan 19, fer Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, at seta mentanarvikuna.
Setanin fer fram í Eydnuni á Oyrarbakka, og her verða eisini tónleikaframførslur við Sundakórinum, Nicolinu av Kamarinum og Teiti & Silju.
Hóskvøldið verður fyrilestur við Helga Jacobsen, rithøvunda, sum fer at hugleiða um bygdirnar, sum eru partur av Sunda kommunu - fyri og eftir samanleggingina.
Hóskvøldið 10. september verður eisini vinnarin av bindikappingini, sum skipað hevur verið fyri, kosin, eins og heiðurin fyri Ársins Mentanaravrik verður handaður.