BKE hevur úr at gera í Suðuroy

- Vit hava nógv at gera, og tað er meira bevíst, at vit bara hava hildið okkum her suðuri, sigur Magnus Kristensen.

 

 

Sp/f BKE er entreprenørfyritøka í Suðuroy, sum hevur maskinur og lastbilar, og tað eru Magnus Kristensen og Bjarni Bech, sum eiga og reka fyritøkuna. Saman við sínum monnum taka teir sær av øllum entreprenøruppgávum, bæði stórum og smáum.

BKE arbeiðir um alt landið, og fyritøkan hevur eisini gjørt uppgávur norðanfjørðs.

- Men, yvir eina longri tíð hevur so mikið nógv verið at gjørt í Suðuroy, at bæði maskinur og bilar hjá fyritøkuni hava arbeitt her suðuri burturav, sigur Magnus Kristensen.

Níggju mans starvast hjá BKE, og arbeitt verður fyri kommunur í Suðuroy, SEV, Føroya Tele og fyri privatkundar. - Vit arbeiða í løtuni fyri SEV á bryggjuni á Tvøroyri, og vit arbeiða eisini aðrastaðni á Tvøroyri fyri el-veitaran. Vit gjørdu eisini arbeiðsvegin í Hvalba til nýggja Hvalbiartunnilin, sigur hann.

Fyri hálvum øðrum ári síðan keypti BKE eina spildurnýggja 24 tons stóra beltamaskinu, sum var hin fyrsta av hesum merkinum í Føroyum. Maskinan er framleidd í Turkalandi, sum Føroyar júst tá høvdu gjørt handilssáttmála við.

- Nýggja maskinan, sum er av merkinum Hidromek, hevur riggað óføra væl. Í maskinuni er sim-kort, soleiðis at umboðsfyritøkan, sum er í Danmark, kann logga seg inn á maskinuna og tryggja sær, at alt riggar, sum tað skal.

Magnus Kristensen sigur, at um maskinan eitt nú meldar ein elektroniskan feil, so sær umboðsmaðurin, hvat er galið. Í fyritøkuni BKE eru teir sera væl nøgdir við Hidromek-maskinuna.

Tað hevur verið nógv virksemi í Føroyum seinnu árini, og Magnus Kristensen heldur, at útlitini frameftir eru góð. BKE hevur eisini ein sáttmála við IRF um tyrvingararbeiði. - Jú, eg haldi, at tað sær bara væl út. Vit hava væl at gera fyri framman, og tað er meira bevíst, at vit bara hava hildið okkum her suðuri í longri tíð, sigur Magnus Kristensen.