Blóðið hjá sýriskum børnum ein blettur á ST

Nógv bendir á, at dagurin í gjár var tann blóðugasti í Sýrialandi, síðani uppreisturin ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta byrjaði í mars í fjør. Sambært tíðindastovunum lótu næstan 350 fólk lív í bardøgum í gjár.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, helt røðu í trygdarráðnum hjá ST í gjár. Hon segði, at ráðið er ikki arbeiðsført, tá tað snýr seg um mál viðvíkjandi Sýrialandi, og hon heitti inniliga á ráðslimirnar um at fáa enda á bardøgunum.

-Tann eirindaleysi ágangurin heldur fram, meðan trygdarráðið situr sum lamið. Eg biðið tykkum eina ferð enn royna at finna eina leið, sum kann fáa enda á harðskapinum, segði Hillary Clinton.

Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, segði í gjár, at blóðið hjá teimum sýrisku børnunum er ein ræðandi blettur á ST.