Blái Krossur: Ikki í kjallaranum - men á fyrstu hædd

Blái Krossur Føroya er væl nøgdur við undirtøkuna, tá ið felagsskapurin skipaði fyri móttøku í nýggju hølunum á fyrstu hædd á Hotel Runavík, Sjómansheiminum

Móttøka

Eini 150 fólk vóru til almennu móttøkuna, sum Blái Krossur Føroya skipaði fyri mikudagin í sambandi við, at felagsskapurin er fluttur í nýggj og snotulig høli á Hotel Runavík, Sjómansheiminum.
Onkur vildi sagt, at nýggju hølini hjá Bláa Krossi eru í "kjallaranum" á sjómansheiminum, og soleiðis málbar aðalskrivarin, Jaspur Langgaard, seg eisini, tá ið hann umrøddi nýggju hølini.
- Men soleiðis eigur tað ikki at sigast, tí hetta kann ljóða eitt sindur negativt, helt nýggi leiðarin á sjómansheiminum, Andreas Andreasen, skemtandi fyri, tá ið hann við móttøkuna heilsaði Bláa Krossi vælkomnum.
- Hetta er ikki kjallarin, men fyrsta hædd á sjómansheiminum, legði hann dent á.

Væl nøgdur
Jaspur Langgaard, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya, er væl nøgdur við undirtøkuna, nú felagsskapurin kundi vísa almenninginum nýggju hølini.
- Eg havi leystliga talt upp og eri komin til, at vit høvdu einar 150 gestir mikudagin. Vit eru sera fegin um, at fólk vístu okkum og tí arbeiði, sum Blái Krossu ger, so stóran áhuga, sigur aðalskrivarin, sum saman við trimum øðrum, Kristiani á Reynatrøð, Tórhild Bjarkhamar og Kristinu Johannesen, mannar skrivstovuna hjá Bláa Krossi í Runavík.
Kristian er fíggjarleiðari, Tórhild fyribyrgingarleiðari, og Kristina er skrivstovukvinna.
Í nýggju hølunum hjá Bláa Krossi er pláss fyri fimm starvsfólkum, og ætlandi kemur eitt fólk aftrat at starvast hjá felagsskapinum seinni í summar.

Rósti Jaspuri
Sverri Steinhólm, prestur, er landsnevndarformaður hjá Bláa Krossi, og við móttøkuna rósti hann Jaspuri og hansara starvsfólkum fyri tað góða arbeiði, tey hava gjørt, nú klárt er at flyta inn í nýggju hølini.
Somuleiðis takkaði hann familjuni á Glyvrum, sum hevur hýst felagsskapinum síðan 12. mars 1997.
- Saman við aðalskrivaranum hevur landsnevndin sett karmarnar fyri tí, sum gjørt er á sjómansheiminum, men tað er Jaspur, sum hevur fylgt arbeiðnum upp og hevur syrgt fyri, at alt er komið upp á pláss, segði Sverri Steinhólm.
Samlaða talið av starvsfólki hjá Bláa Krossi Føroya í dag er 18 ? og tá eru starvsfólkini á Blákrossheiminum í Havn, sum hevur sína egnu leiðslu, íroknaði. Aftrat hesum verður nógv sjálvboðið arbeiði gjørt innan felagsskapin.