Blái Krossur skipar fyri landsinnsavnan

Hetta verður fimmta árið á ráð, at Blái Krossur skipar fyri landsinnsavnan. Savnað verður inn leygardagin 4. mai, men í onkrari kommunu verður innsavningin ikki júst hendan dagin.

Í ár fer peningurin til tvær verkætlanir, nevnliga byggingina av nýggjum viðgerðarheimi á Nesi og til tiltakið "Øll hava rætt til góð barnaár".

Byggingin á Nesi er nú komin rættiliga í gongd. Hetta er ein stór og kostnaðarmikil verkætlan fyri Bláa Kross. Bygningurin er 800 fermetrar til støddar og kostar 12 miljónir krónur.

Enn vantar Bláa Krossi umleið fimm miljónir krónur til hesa verkætlan. Um felagsskapurin ikki megnar at fáa til vega allar pengarnar í byggitíðini, verður lán tikið upp á restina. Men, ætlanin er tó ikki at stríðast við ov stórt lán.

"Øll hava rætt til góð barnaár" er ein verkætlan, ið hevur til endamáls at fyribyrgja, at børn og ung, ið vaksa upp í heimum, har rúsur og rúsdrekka fylla nógv í gerandisdegnum, sjálvi koma í trupulleikar seinni í lívinum.

- Landsinnsavnanin verður so leygardagin 4. mai, men í nøkrum fáum støðum verður hon mánadagin 6. mai í staðin, vegna at tað passar betri.

Blái Krossur hevur brúk fyri sera nógvum sjálvbodnum fólki, sum vilja brúka umleið tveir til tríggjar tímar leygardagin at ganga runt við bússuni.

- Serliga í Havnini er tørvurin stórur, og vilja vit tí heita á fólk um at tekna seg at ganga við bússuni, sigur felagsskapurin.