Blómur til øll

Ein tann mest og best umtókti føroyski sangurin »Fagra blóma« hjá Poul F. Joensen, er nú endur innspældur. Hesuferð er tað bólkurin All That Rain, sum hevur spælt sangin inn á nýggjum.

Hesar fyrstu dagarnar verður upptøkan latin útvarpsrásunum. Seinni, er so ætlanin at tað skal gerast møguligt hjá øllum teimum, ið hava internetsamband, at ogna sær hetta nýggja lagið. Tað verður nevniliga lagt út á heimasíðuna hjá All That Rain, www.allthatrain.com og tað verður frítt hjá øllum teimum, ið hava hug, at taka sær lagið niður á telduna.

Tað hóskar seg væl at fáa lagið út til fólkið um jóansøkuna. Pól Arni Holm, sum jú er suðuroyingur, og sjálvur yrkjarin er eisini ættaður úr Suðuroynni.

Vit tóku lagið til okkum sum eitt av teimum fyrstu eftir, at Pól Arni Holm kom við í bólkin, og hava fólk tikið væl ímóti tí higartil.

Fleiri góð fólk hava eggjað okkum og lagt okkum lag á at flyta okkum og ljóðførini inn í upptøkuhølini fyri at fáa innspælt hetta lagið á okkara hátt.

Fagra blóma er endurinnspæld fleiri ferðir áður, og hesuferð er yrkingin spæld inn við nýggja lagnum, sum Hanus G. Johansen hevur gjørt.

Tað er serliga hetta lagið, sum vit halda er vakurt, tí hetta er tað besta, ið er hent við framúrskarandi yrkingina hjá Poul F. Og vit vilja á henda hátt heiðra ein av Føroya bestu yrkjarum og ein av okkara bestu lagsmiðjum.

Ætlanin er ikki at selja nýggu innspælingina til fólk, tí vit meta, at lagið longu er ein fólkaogn føroyinganna. Tískil verður tað ókeypis at taka lagið niður av netinum.

Upptøkan er gjørd í Útvarpshøllini, og tað er Albin Wang Ísaksson, ið hevur staðið fyri upptøku og ljóðbandi. Hann hevur somuleiðis eisini spælt tangentar á upptøkuni.