Konsertin varð hildin fyri at presentera tað nýggja harmoniorkestrið á musikskúlanum. Hetta eru næmingar í aldrinum 9-15 ár, og orkestrið telur 40-50 næmingar.
Peder Riis-Jensen stendur á odda fyri orkestrinum. Hetta er annað árið, hann hevur verið lærari á musikskúlanum. Hvønn mikudag er orkestrið savnað á Frúutrøð undir leiðslu av Peder Riis-Jensen.
Fleiri lærarar á musikskúlanum hava tikið stig til at stovna eitt harmoniorkestur. Teir eru Andrea Hendriskdóttir, Katja Volovelskaja, Jacqueline Fitzgibbon, Bjarni Berg, Eirikur Skála, Brandur Øssursson, Kenneth Jones, Edvard Nyholm Debess og Steven Foggin. Orkestrið er fyri bæði træ- og messingblásarar. Eisini sleppa bassurin og slæverkið uppí part.
Hugskotið við hesum orkestrinum er sprottið í seinasta leikári, tá lærararnir tosaðu saman um tað. Endamálið er at geva teimum yngstu, sum júst hava fingið teir grundleggjandi førleikarnar á teirra ljóðføri, møguleikan fyri at vera við í samanspæli. Orkestrið skal fyrst og fremst vera eitt venjingarorkestur fyri næmingarnar, men konsertir fara framyvir at vera ein natúrligur partur av virkseminum.
Hetta er ikki fyri at fara í kapping við onnur orkestur, men er gjørt í samráð við tey orkestur, sum longur eru at finna í býnum.