Løgtingið skuldi í gjár gera av, um ein fyrispurningur frá Sámal Petur í Grund til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann í mentamálum, skuldi svarast.
Vanligt er, at løgtingið uttan atkvøðugreiðslu samtykkir, at fyrispurningar skulu svarast. Men í hesum føri hevur Føroya Blaðmannafelag mótmælt, at ein fyrispurningur skal svarast. Blaðmannafelagið metir nevniliga, at fyrispurningurin leggur seg út í redaktionella frælsið hjá fjølmiðlum at nýta tær keldur, redaktiónsleiðslan sjálv metir eru neyðugar at lýsa eitt mál til fulnar.
Í fyrispurninginum vil Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýrisflokkinum í fyrsta lagi hava at vita frá landsstýrismanninum, um nakrar reglur eru fyri, nær ein politikari kann koma at skermi og mikrofon í SvF. Í øðrum lagi vil Sámal Petur í Grund hava at vita, um allir politikarar eru líkastillaðir yvir fyri SvF.
Orsøkin til fyrispurngin er, at Jóannes Eidesgaard hóskvøldið í farnu viku slapp framat skýggjan í Sjónvarpinum eftir Grannar Okkara at avsanna tíðindi, sum Hergeir Nielsen hevði borið fram í Degi og Viku fyrr á kvøldi.