Sjúrður Skaale
Blaðmannafelagið ger ikki nógv seg. Sjálvt ikki tá blaðmenn siga seg verða sensureraðar og hóttar av javnaðarpolitikarum, letur tað við seg koma. Men tá Eidesgaard fær serliga senditíð í SvF, og nýtir hana til at lúgva, fara Jústinus Eidesgaard & Co. til verka. Ikki fyri at lýsa málið, men fyri at fáa tað burturtagt? Jústinus hevur tí skapt illgruna um, at felagið virkar politiskt. Hann má koma við eini frágreiðing
Tann 8. februar slapp Jóannes Eidesgaard, soleiðis heilt ekstraordinert, fram at skíggjanum í Sjónvarpi Føroya.
Og tað vóru ikki smávegis ekstraordiner boð, Eidesgaard hevði at bera Føroya fólki: Hergeir Nielsen hevði fyrr um kvøldið logið um tað, sum var farið fram á einum fundi! segði hann.
Hetta helt SvF vera so týdningarmikil tíðindi, at tey, heilt ekstraordinert, máttu berast fólki - hóast dead-line langt síðani var farin.
Fleiri undrast á hesa mannagongd - m.a. Sámal Petur í Grund, Løgtingsmaður. Ráðharrin í mentamálum skal svara einum spurningi frá honum um, hvørt nakrar reglur eru fyri, nær ein politikari kann koma framat mikrofonini, og um allir politikarar eru javntsettir í SvF.
Men blaðmannafelagið heldur lítið um, at Sámal Petur spyr. ?Fyrispurningurin leggur seg út í redaktionella frælsið hjá fjølmiðlunum at nýta tær keldur, redaktiónsleiðslan sjálv heldur eru neyðugar at lýsa eitt mál til fulnar?, sigur Jústinus Eidesgaard, formaður.
Og fyri at forða fyri at hetta hendir, royndi Blaðmannafelagið so í staðin leggja seg út í arbeiðið hjá tinginum, og fáa tingmenn at atkvøða ímóti, at spurningurin varð svaraður.
Eidesgaard lýgur
Tað eydnaðist ikki blaðmannafelagnum at steðga spurninginum. Men at felagið royndi vísir, at tað heldur talan vera um eitt stórmál. Og tað er sjálvsagt eisini fínt, at felagið vil verja tað ?redaktionella frælsið hjá fjølmiðlunum?.
Men reaktiónin tykist heldur enn ikki yvirdimensionerað. Tí hvønn skaða kann tað gera, at ein spurningur verður settur? At eitt mál verður umrøtt?
Limirnir í blaðmannafelagnum liva av at spyrja fólk til tess at fáa viðurskifti lýst. At hetta felag roynir at fáa eitt mál burturtagt og forða fyri at spurt verður um tað, tykist ikki sørt løgið.
Og tað tykist enn løgnari eftir tað, sum síðani er komið fram:
Ein stórur meiriluti av teimum, sum vóru á tí umrødda fundinum, gevur nevniliga Hergeiri rætt og Jóannesi órætt. Tað sama ger løgmaður. Tað sama gera tvær skrivligar frásagnir frá fundinum.
Sostatt eru tveir møguleikar: Antin hava bæði Hergeir Nielsen, meirilutin av fundarluttakarunum, løgmaður og tey sum skrivaðu fundafrásagnir funnið uppá eina lygn um Eidesgaard - ella er tað Eidesgaard sjálvur, sum lýgur.
Nú er Eidesgaard sjálvandi eitt hampafólk. Góðsligur, blíður og vælmeinandi sum fáur. Altíð við tí góða orðinum. Friður og forligheit eru hansara fremstu eyðkenni. Hann er ein maður, sum heldur seg langt burturi frá stríði og klandri.
Á nýggjárinum segði hann enntá sjálvur í Sosialinum, at hann ætlaði sær at vera meira positivur. Og tí kunnu vit ikki annað enn trúgva.
Men hvussu stórt álit vit annars hava á Jóannesi Eidesgaard, so hugsi eg ikki, at tað er størri enn trúvirðið hjá øllum hinum tilsamans.
Og tí noyðast vit helst at staðfesta, at tað, sum hendi tann 13. februar, var hetta: Jóannes Eidesgaard fekk - púra ekstraordinert - atgongd til sjónvarpið. Hendan framíhjárætt nýtti hann til at lúgva fyri Føroya fólki!
Hetta óhoyrt. Tað undirgrevur álitið á bæði fjølmiðlar og politikarar.
Tí skuldi ein hildið, at blaðmannafelagið ikki royndi at steðga umrøðuni av málinum, men heldur at birta uppundir hana.
Felagið gjørdi tað øvuta.
Og tað er í veruleikanum eisini ekstraordinert.
Loynilig upptøka
Enn meira ekstraordiner tykist tann ógvusliga reaktiónin um hetta mál, tá hugsað verður um, hvussu vælsignað lítið blaðmannafelagið annars ger um seg. Felagið plagar at lata tað mesta um seg ganga - eisini, tá talan er um uppløgd mál fyri eitt slíkt felag.
Eg fari at nevna tvey dømi:
Einaferð tók ein blaðmaður á Sosialinum, uttan at siga frá tí, eina samrøðu við ein landsstýrismann uppá band.
Landsstýrismaðurin gav undir samrøðuni frá sær eitt illsinnisgleps í sinnismuni. Glepsið varð stórt uppsligið í Sosialinum. Landsstýrismaðurin slapp ikki at gera rættingar, tá hann fekk at vita, at Sosialurin veruliga ætlaði at prenta tað. Og seinni varð tann loyniliga upptøkan enntá útleverað og spæld í sjónvarpinum.
Hetta er ikki góður blaðmannasiður. At tílíkt hendir, undirgrevur virðingina fyri blaðmannayrkinum og álitið á blaðmenn. Tí átti tað at fingið blaðmannafelagið at reagerað.
Men tað gjørdi tað ikki.
Tá landsstýrismaðurin noktaði at hava sagt tað, hann hevði sagt, gjørdist tað ein øgilig gøla. Og Jústinus Eidesgaard var fremst í rokinum.
Ein politikari skal ikki vága sær at siga ósatt! var hugsanin. Og tann hugsanin er sjálvsagt bæði góð og røtt.
Men tað er ikki rætt um hetta veldst um, hvør politikarin er! Og ta er tað nógv, sum bendir á.
Nevnist lygnarin Tórbjørn, er tað ein gøla, sum skal pumpast upp og blásast út.
Nevnist lygnarin Jóannes, skal málið helst als ikki umrøðast. Hóast lygnin verður borin fram í okkara almenna sjónvarpi, sum, heilt ekstraordinert, gevur lygnaranum senditíð?
Blaðmenn hóttir
Eitt annað dømi eru viðurskiftini viðvíkjandi tí politiska tíðindaflutninginum á Sosialinum.
Fleiri blaðmenn hava greitt frá, at endamálið við hesum ?tíðindaflutningi? als ikki er at siga Føroya fólki hvat hendir. Endamálið er rætt og slætt at reklamera fyri Javnaðarflokkinum og teimum politikarum, sum manna hendan flokk.
Og blaðmenn, sum ikki hava viljað gingið undir hesar treytir, hava verið lagdir undir trýst, og eru sensureraðir og enntá hóttir av politikarum úr Javnaðarflokkinum.
Men Jústinus Eidesgaard, sum fer úr sínum góða skinnið til tess at steðga einum spurningi, sum eftir hansara tykki møguliga kann skapa vanda fyri, at tað ?redaktionella frælsið? verður skert, ger einki.
At hansara egnu limir beinleiðis verða hóttir og sensureraðir av harðrendum politikarum, hevur ongan áhuga. At ein politiskur flokkur setur tað redaktionella frælsið púrasta til viks, er als ikki eitt mál fyri blaðmannafelagið.
Eisini tað er ekstraordinert.
Í starvi hjá Javnaðarflokkinum
Hyggja vit nú at teimum nevndu dømunum, so hava tey ein felagsnevnara: reaktiónin - ella tann vantandi reaktiónin - hjá Føroya Blaðmannafelag, hevur tænt Føroya Javnaðarflokki.
* At Tórbjørn Jacobsen varð hongdur út og tann loyniliga upptøkan útleverað, var til fyrimunar fyri m.a. Javnaðarflokkin.
* At Jóannes Eidesgaard - heilt ekstraordinert - fekk atgongd til sjónvarpið at lúgva, var til fyrimunar fyri Javnaðarflokkin. Og hevði tað eydnast blaðmannafelagnum at steðga umrøðuni av hesi hending, hevði tað eisini verið til fyrimunar fyri Javnaðarflokkin.
* At blaðmannafelagið als ikki reagerar tá javnaðarpolitikarar hótta og sensurera blaðmenn á Sosialinum, sum ikki vilja skriva einsíðuga javnaðarpropaganda, er eyðvitað eisini til fyrimunar fyri Javnaðarflokkin.
Hesi viðurskifti gera, at ein keðiligur spurningur trokar seg fram:
Kann orsøkin til ta løgnu framferðina hjá blaðmannafelagnum vera, at formaðurin starvast á Sosialinum, sum við húð og hár er ogn hjá Føroya Javnaðarflokki, og at hann sostatt fær sítt dagliga breyð frá hesum flokki?
Eg sigi ikki at tað er so - og eg fái meg ikki at trúgva tí. Men at spurningurin líkasum hongur í luftini, er ógvuliga óheppið fyri blaðmannafelagið. Felagið kann ikki liva við slíkum illgruna. Tí hevði kanska verið gott, um Jústinus gav almenninginum - og sínum egnu limum - eina frágreiðing.