Blachman: Besta framførslan hjá Jógvani

Jógvan Joensen hevði enn eina framúr framførslu í X Factor í kvøld

Finalan í X Factor hjá DR er í gongd, og Jógvan Joensen, sum er ein av teimum trimum finalistunum, hevur verið tvær ferðir á pallinum.

Fyrru ferðirnar sang hann sangin Yellow hjá Coldplay, og tað gjørdi hann sannførandi. Dómarin Thomas Blachmann helt, at talan var um bestu framførslu hjá Jógvani í kappingini. Hann rósti røddini hjá Jógvani og helt, at hon skal hoyrast væl, tá ið hann er á palli.

Nú skulu tveir teir bestu finalistirnir finnast, og tey sleppa síðani at framføra teirra persónliga vinnarasang, áðrenn vinnarin av X Factor 2015 verður funnin.