-Blachman er ein ørvitisknokkur

- Eg haldi, at Blachman er ein "idiot". Og eg leggi einki í, um hann sær hetta. So erlig var Lusanda í X-Factor, tá ið DR spurdi hana og Annu hvat tær hildu um tað, sum Blachman hevði at siga um teirra framførslu fríggjakvøldið.

 

Í DR Býnum fríggjakvøldið var heitt orðaskifti millum Anne Linnet og Thomas Blachman, sum fleiri ferðir vóru rúkandi ósamd um hvussu gekk hjá teimum ymsu X-Factor finalistunum.

 

Blachman helt fyri, at tær báðar ikki sungu nóg reint fríggjakvøldið, men hetta var Anne Linnet ikki samd í.

 

Ida Corr vísti tó eisini á, at Anna og Lusanda ikki lótu til at framføra sum ein bólkur. Hesum vóru genturnar samdar í.

 

- Hon hevur rætt í, at vit skulu gerast betri saman, sigur Lusanda við heimasíðuna hjá DR.

 

Men tær báðar vóru samdar um, at Blachman var ljótur við tær.