Blachman skemtar: Bara ein føroyingur atkvøddi fyri Mads

– Tit hava nakrar frálíkar karakterir og frálík menniskju, sum onkursvegna hava størri sjálvsálit enn flestu danir, sigur Thomas Blachman

Royndi og erligi X-Factor dómarin Thomas Blachman hevur fleiri ferðir prikað eitt sindur til Føroyar og føroyska luttøku í X-Factor. Til dømis segði hann fyri tveimum vikum síðani, tá Kári púra óvæntað kom víðari, at tað onkuntíð kundi verið gott at sløkt fyri sambandinum til Føroya. Og aftur til finaluna segði hann nøkur orð - hesa ferð tó serliga rósandi: ”Eg elski Føroyar. Mær dámar tykkara energi”.

 

Vit fingu orðið á Thomas Blachman eftir finaluna í gjárkvøldið. Vit fingu hann millum annað at útgreina hansara meining um føroyingar í X-Factor.

 

– Tit hava nakrar frálíkar karakterir og frálík menniskju, sum onkursvegna hava størri sjálvsálit enn flestu danir. Tit eru viljasterkar typur, sigur hann og vendir aftur til tann kritikkin, hann áður hevur havt.

 

– Men tað bleiv bara for nógvur fótbóltsdystarstemningur, sigur hann.

 

Blachmann var dómari hjá vinnaranum Mads Moldt, sum merkir, at Blachman eisini ”hevur vunnið” í ár. Mads Moldt var stórfavorittur, men hvat hugsaði Blachman, tá tað til allar síðst stóð millum Mads Moldt og føroyska Kára Fossdalsá?

 

– Tað kundi vera 50/50. So eg mátti líka minna keypmannahavnararnar á, at teir eisini máttu koma í gongd við at atkvøða.

 

– Eg hoyrdi okkurt um, at har var ein persónur í Føroyum, sum atkvøddi fyri Mads...

 

Hoyr og síggj Thomas Blachmann fortelja her:

 

##med2##

 

LES EISINI: Pápi Kára: – Hetta er eitt upplivilsi

 

LES EISINI: Myndir: Fjepparatiltøk fyri Tinu og Kára

 

LES EISINI: VIDEO: Omma og ommusystrar vóna at Tina vinnur

 

LES EISINI: Áshild visti av ongum tá Kári knappliga sang fyri henni

 

LES EISINI:Tina er glað og Kwamie er stolt