Gamla Sundaferjan, sum sigldi millum Hósvík, Selatrað, Hvalvík og Oyri og var í Føroyum árini frá 1969 til 1976, skal nú brúkast sum kreativt arbeiðspláss hjá danska tónaskaldinum og X Factor dómaranum Thomas Blachman.
Hann skrivar á sínum facebook profili, at hann hevur keypt sær eina ferju og er sera fegin um hana.
Sundaferjan varð bygd í Svendborg í 1954 og sigldi í 12 ár millum Svendborg og Vindby – tá undir navninum Fritz Juel. Á sumri í 1969 keypti reiðaríið Sundaferjan á Oyrabakka ferjuna, og hon var í Føroyum fram til 1976, tá ið hon aftur varð keypt til Danmarkar og røkti farleiðir har fram til 2001.
Síðani 2001 hevur ferjan verið privatogn undir upprunaliga navninum Fitz Juel og hevur verið brúkt sum húsbátur. Arkitekturin Nils Jeppe Hansen umbygdi ferjuna til ein húsbát, sum er 350 fermetrar til støddar.
- Eg havi í nógv ár órógvað mítt familjulív við nógvum fólkum, sum eru komin inn og út í sambandi við mítt arbeiði. Nú vil eg skilja privatlívið og arbeiðslív frá hvørjum øðrum, og eg eri fallin fyri hesum bátinum, sum skal verða eitt kreativt verkstað hjá mær, sigur Thomas Blachman við Her & Nu.
Ferjan hevur fingið adressu á Danneskiold-Samsøes Allé í Keypmannahavn, og Blachman hevur goldið smáar sjey milliónir krónur fyri ferjuna. Umframt ferjuna hevur Blachmann eisini eina 244 fermetrar stóra villa á Frederiksberg.
Á leinkuni niðanfyri eru fleiri myndir av, hvussu Sundaferjan sær út í dag og onkrar gamlar myndir eisini: