Blaðið aftur í fasta legu eftir valið

Valstríðið eigur stóran part av tíðini og plássinum í øllum føroysku fjølmiðlunum hesar dagarnar. So er eisini við Sosialinum. Vegna avmarkaða blaðstødd hevur blaðið tí verið tvingað til at taka út okkurt av vanliga tilfarinum, men hetta kemur alt í rætt lag aftur í næstu viku.

Avgerðin at skriva út val við so stuttari ávaring hevur gjørt, at eitt nú fjølmiðlarnir, sum jú eru sera avmarkaðir við bæði fólki og peningaorku annars, hava ikki heilt megnað at fótað sær í tilrættaleggingini av øll tí nógva valtilfarinum. Vit hava ikki havt umstøður at leggja upp fyri eins og var talan um eitt val, sum vit vistu um í kanska mánaðir frammanundan.

Hvat fólk enn halda um politikarar, um flokkar og politikk sum heild, so byggja vit okkara demokratisku samfelagsskipan á eina parlamentariska skipan við politiskum flokkum. Tað er okkara skylda at velja tingmenn 4. hvørt ár, sum so aftur skipa landsstýri, ið skal reka hetta samfelagið. Samskiftið millum valevnini og fólkið í landinum annars er ein avgerandi fortreyt fyri, at øll henda skipanin kann virka. Og her hava fjølmiðlarnir, bløð, útvarp og sjónvarp ein týðandi leiklut. Tað er m.a. at lata tey mongu valevnini í teimum ymsu flokkunum sleppa at gera brúk av tí samskiftistóli, ið miðlarnir eru.

Vit á blaðnum hava tí gjørt av at seta ein stóran part av blaðnum av til valstríðið - til tað almenna orðaskiftið - um hvussu land okkara skal stýrast og skipast langt inn í framtíðina. Tíanverri eru vit á blaðnum í løtuni skerdir til bert at kunna prenta 32 síðir. Tað merkir - at skal tú hava valtilfarið við frá teimum mongu valevnunum og skal tú viðgerða politiskar spurningar annars - so má okkurt annað víkja. Síðurnar fyri tey ungu, ?YNGD? máttu tí fara úr blaðnum í gjár, og í dag verða vanligu skrásíðurnar fyri loftmiðlarnar ikki við. Vit vera kanska noydd til at leggja okkurt annað til viks eisini komandi dagarnar. Men talan er bert um sera avmarkaða tíð. Frá fríggjadegnum í næstu viku verður blaðið aftur at líkjast sær sjálvum. Og tá fara vit aftur at leggja okkara áherðslu á tíðindatilfar, reportasjur, tænastutilfar ol.

Vónandi bera tit, sum helst einki valtilfar sóu, yvir við okkum.

Vinarliga Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri