Fyri fyrstu ferð í fimm ár og aðru ferð í trettan ár fær tann konservativi andstøðuflokkurin í Bretlandi størri undirtøku ímillum veljararnar enn arbeiðaraflokkurin. Sambært einari kanning hjá The Guardian høvdu teir konservativu fingið 37 prosent av atkvøðunum, var val nú, meðan arbeiðaraflokkurin hevði endað eitt prosent niðanfyri.
Við tí einans 39 ára gamla nýggja formanninum David Cameron hava teir konservativu endiliga fingið ein formann, sum veljararnir hava álit á, og sum teir eisini síggja sum ein komandi stjórnarleiðara. Samstundis eru fólk misnøgd við Blair, og meiri enn helmingurin av teimum spurdu siga, at hann er ikki nóg góður. Hjá Blair er tað uppaftur verri at hoyra og lesa, at tveir triðingar av veljarunum tykjast hava ta sannføring, at tann ungi Cameron hevði verið tann rætti, og teirri støðuni ger Cameron sær sjálvandi dælt av.
- Hvussu ber tað til, at tú letur teir fáa tað, teir vilja hava, uttan at vit fáa nakað afturfyri, spurdi hann Blair, tá parlamentið fyrr í vikuni viðgjørdi fíggjarlógina hjá ES. Við hesum sipaði hann til, at tað miseydnaðist Bretlandi at krevja landbúnaðarpolitikkin hjá ES umskipaðan, aftur fyri at landið sleppur einum parti av sínum avslátti.
Men tað er ikki bara misnøgd við ES-politikkin, sum kostar Blair undirtøku í hesum døgum. Stjórnin hevur boðað frá, at hon fer at leggja eina nýggja ætlan um skúlaverkið fram í februar, men vinstravongurin í arbeiðaraflokkinum stúrir fyri, at ætlanin fær óhepnar avleiðingar. Eitt nú hava 70 tinglimir hjá Labour skrivað undir eitt mótmæli, sum vísir á, at nýggja ætlanin fer at hava við sær, at stórur munur verður á skúlunum.
Reuter skrivar úr London, at hetta kann noyða Blair at biðja teir konservativu um stuðul fyri at fáa skúlamálið ígjøgnum parlamentið. Stuðulin fær hann helst, men tað fer ikki at styrkja støðu hansara, hvørki innan-ella uttanfloks.