Náttúra
Tað tekur eftir øllum at døma ikki langa tíð hjá eini blekkspruttu at læra seg
at skrúva lokið av eini krukku fyri at sleppa fram at matinum, sum er í
krukkuni.
Hetta visa kanningar, sum granskarar hava gjørt.
Granskarar og starvsfólk, sum starvast við eitt fiskabúr í bretska
býnum,Tynemouth, eru nevniliga ovfarnir av blekksputtuni, ?Einstein?, sum bleiv
funnin á eini strond og flutt livandi til fiskabúrið.
Tann hálvan metur langa blekkspruttan er navngivin eftir sínum viti ? um vit
kunnu siga so; tí fekk hon navnið, ?Einstein?.
Frammanundan høvdu bretsku granskararnir hoyrt um eina amerikanska
blekkspruttu, sum eisini hevði skrúvað lokið av eini krukku.
?Einstein? fekk somu uppgávu sum tann amerikanska, ið vit ikki kenna navnið á.
Eftir at ?Einstein? hevði roynt einar tvær ferðir, kláraði blekkspruttan at
skrúva lokið av krukkuni, so hon slapp til matin, sum í henni var.
Hesum vóru granskararnir ovfarnir av, skrivar norska Nettávísin.