Bleyt føroysk landsløg í danska høvuðsstaðnum

Tað vera bleytu føroysku linjurnar og dempaðu litirnir hjá Øssur Mohr, sum koma at prýða veggirnar á Galleri Sct. Gertrud í danska høvuðsstaðnum næstu tíðina

Øssur Mohr telist millum teir føroysku listamálararnar, sum eru ógvuliga vælumtóktir í Danmark. Hann býr á Mols í Danmark, men motivini eru framvegis føroysk. Tað eru tey, sum siga um málningarnar hjá Øssur, at talan er um bleytar føroyskar linjur og dempaðar litir, hóast Øssur er koloristur og málningarnir kraftmiklir.
Framsýningin verður í Galleri Sct. Gertrud í Mønstergade 10 mitt í danska høvuðsstaðnum, har Øssur fer at sýna fram nýggjar eins væl og eldri oljumálningar.
Fernisering verður hósdagin 9. januar frá klokkan 16.00 til 19.00, tá Stanley Samuelsen, sum spældi í Lindevangskirken á Frederiksberg fyri einum mánaði síðani, kemur at spæla.
Framsýningin er annars opin týsdag til fríggjadag frá tvey til hálvgum seks, og leygardag millum ellivu og tvey.
Málningar hjá Øssur Mohr eru at síggja á Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn fram til 22. januar.