Barnafrádráttin í hondina. Tímalønt sleppa heim til børnini, tá tey eru sjúk. Einligir forsyrgjarar og aðrar veikar familjur kunnu søkja um peningaligt ískoyti. Brennioljustudningur, bjálvingarstuðul og koppseting til pensionistar. Hetta eru nøkur av økjunum, sum borgarin kemur at merkja, verður fíggjarlógaruppskotið samtykt.
Trivnaður uppraðfestast
Mikumorgunin beyð landsstýrið fjølmiðlunum til tíðindafund í Tinganesi, har greitt varð frá um hvørji øki landsstýrið ætlar at raðfesta serliga frammarlaga komandi ár, og hvussu hetta sæst aftur í fíggjarlógaruppskotinum.
Á tíðindafundinum luttóku Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og landsstýrismennirnir Hans Pauli Strøm, Jacob Vestergaard, Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen.
Sambært landsstýrinum verða familjan, útbúgvingarøkið, eldraøkið og samferðsluøkið raðfest ovarlaga í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2007. Hesin politiski leistur er úrslit av arbeiðsvikuskiftið hjá landsstýrismonnunum í Syðradali á Kalsoynni, har niðurstøðan var, at tað í framtíðini fer at verða sett alt størri krøv til at trivnaður, familjulív og arbeiðið ganga út í eitt og upp í eina hægri eind hjá fólki.
Meira til útbúgving
Jóannes Eidesgaard legði fyri við at greiða frá um útbúgvingarøkið, har hann segði seg vera ósamdan við Magnusi Tausen, formann í Føroya Lærarafelag, at vánaliga úrslitið av Pisakanningini ikki sæst aftur í fíggjarlógaruppskotinum.
- Vit hava sett einar 9 milliónir av til skúlaverkið, har vit eitt nú styrkja um leiðslurnar, fáa frálæru í enskum fyrr og regulera ársverkið hjá lærarum, umframt at ein millión verður sett av eyka til eftirútbúgving av lærarum, segði løgmaður, sum tosaði fyri Jógvan á Lakjuni, sum er í Rom. Sum vit hava hoyrt áður, so metir landsstýrið ikki, at vánaliga Pisa-úrslitið bert er ein spurningur um vantandi játtan, men heldur ein spurningur um hugburð hjá leiðslum, lærarum, foreldrum og næmingum.
- Men vit hava uppraðfest útbúgving sum heild, eitt nú við 4 milliónum til sernámsøkið, einari millión til serligan tørv og einari millión til skúlabókagrunnin, sum skal nýtast til ein undirvísingarportal. Harumframt hava vit játtað 1,5 milliónir eyka til Musikkskúlan, segði løgmaður.
Hann vísti eisini á, at játtanin til miðnámsútbúgvingar verður hækkað við 9 milliónum, harav ein partur fer til økt næmingatal og fleiri lærlingapláss.
- Samanumtikið fegnast vit um, at tað ber til at raðfesta útbúgvingarøkið hægri, segði Jóannes Eidesgaard.
Spurdur, um mentanarøkið annars verður uppraðfest, segði hann, at tað kundi verið hugaligt um so var, men at tað er eitt øki, sum alla tíðina hevur tørv á hægri játtan.
- Men vit hava kortini gjørt av at hækka játtanina til mentunargrunnin við einari hálvari millión, umframt at skotið verður upp, at Tjóðpallurin fær 800 túsund krónur meira, segði Jóannes Eidesgaard.
Børn, sjúk og eldri
Karmurin hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í Almanna- og heilsumálum verður øktur við 67,2 milliónum í uppskotinum, samanborið við fíggjarlógina 2006. Hann tók orðið aftaná løgmann, og hann hevði eitt yvirlit yvir tey øki, sum verða uppraðfest í fíggjarlógaruppskotinum.
- Vit hava gjørt av at taka familjuøkið breitt, og at hyggja eftir umstøðunum hjá einstøku familjunum at virka, við serligum atliti til veikar familjur, segði Hans Pauli Strøm.
Greitt varð frá um eitt nýtt tiltak, sum verður nevnt á fyrsta sinni í fíggjarlógaruppskotinum, ið snýr seg um, at fáa eitt barnaískoyti á 3,8 milliónir til forsyrgjarar við truplum korum.
- Í stuttum snýr tað seg um, at eitt lógaruppskot, sum heimilar at útgjalda ein serliga barnastuðul/barnaískoyti til forsyrgjarar, ið hava eina húsarhaldsinntøku undir eitt vist mark, greiddi landsstýrismaðurin frá. Og hann segði, at ætlanin er, at hetta skal verða eftir umsókn, tí vit hava ikki teir neyðugu upplýsingarnar til fyrisitingarliga at staðfesta húsarhaldsinntøku, tá eisini ógift samlivandi eru eitt húsarhald.
Annað, sum hann nevndi, vóru uppraðfestingar av stuðulsskipanini fyri familjur við brekaðum børnum á 2,2 milliónir, fyribyrgjandi heilsutænastur fyri børn og ung á 800 túsund, betri umstøður fyri Barnaheimið og aðrar stovnar fyri børn og ung fyri 1,6 milliónir. Harumframt kann verða nevnt, at ætlanir eru um, at tímalønt skulu fáa endurgjald fyri barnsins 1. og møguliga 2. sjúkradag.
Heilsuverk og heilsuátøk fáa eina uppraðfesting á 9,1 milliónir, pensjónistar og eldraøkið fáa 13,6 milliónir eyka, og her kann vera nevnt, at Samhaldsfastið hækkar útgjaldið við 800 kr. upp í 2000 kr./mðr., umframt at ætlanir eru um nýggja lóggáva um orku- og bjálvingarstuðulslán til pensjónistar.
Viðvíkjandi rúmligum arbeiðsmarknaði, rehabilitering og aktivering fær økið 2,2 milliónir eyka.
Revsirætturin avtakast
Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jakob Vestergaard kundi lova, at teir fara at leggja uppskotið um felags foreldramyndugleika fyri tingið fyrsta dagin. Í tí lógaruppskotinum verður eitt nú rætturin at sláa børn avtikin, og Føroyar verða javnsettar við hini Norðanlondini á tí økinum. Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum greiddi síðani frá, at ætlanin er at umleggja barnafrádráttin, so fólk fáa hann fluttan á kontuna tvær ella tríggjar ferðir um ári.
- Endamálið við at útgjalda barnafrádráttin er, at fólk í størri mun kunnu eyðmerkja peningin og aktivt lata peningin koma børnunum til góðar, segði Bárður Nielsen.