- Blíðskapur og hjálpsemi út um alt mark

- Eitt oyggjaland og annað, munurin var bert, at flyta hinumegin knøttin, har alt er so nógv øðrvísi enn í Føroyum. Annað veðurlag, annað fólkaslag og onnur náttúra, heldur familjan Godtfred, sum hevur búð í Christchurch á Suðuroynni í New Zealandi í eitt ár, og hava hópin av upplivingum og minnum fyri lívið við sær heimaftur

Mangan verður tikið til, at føroyingar eru allastaðni kring knøttin.

Tá høvi beyðst hjá Ingeborg Godtfred og børnunum 18 ára gomlu Anniku og 21 ára gamla Elith, at vitja mann og pápa, sum arbeiddi og hevði íbúð í Christchurch í New Zealandi, vóru tey skjót at taka av.

Hann starvast í norskum reiðaríi, og hevur seinastu trý árini verið útsendur og hevur siglt við russiskum fiskiskipum, við heimstaði í Christchurch í New Zealandi.

Í fjør gjørdi Ingeborg av at fara í farloyvi, í eitt ár aftaná 11 ár á sama arbeiðsplássi.

- Vit vóru eins og tey flestu í okkara aldursbólki, tá vit vóru ung, bert upptikin av at fara burtur og fáa útbúgving, fyri síðani at skunda okkum heimaftur.

- Seinni kemur ynskið at síggja og uppliva hvussu onnur samfeløg og fólkasløg liva og virka. Skuldu vit gera álvara av at fara, so var tíðin komin nú, sigur Ingeborg.

Tey komu eisini til heilt annað og øðrvísi samfelag, sum var ógvuliga vælskipað, og har myndugleikarnir gjørdu nógv fyri at fólkið skuldi kenna seg væl.

New Zealand er oyggjaland, har meginlandið eru tvær oyggjar til støddar 269000 fermetrar. Oyggjarnar verða nevdar Norðuroyggin og Suðuroyggin. 3,6 mió. fólk búgva í landinum.

Um summarið er miðalhitin 22 - 28 hitastig, og um veturin, sum mest er í juni og juli, eru 8 - 12 hitastig.


Várharra gávumildur við New Zealand

Um Ingeborg skal lýsa landið og náttúruna, har tey komu, so kann hon bert siga, at Várharra var sera gávumildur, tá hann skapti New Zealand, men at Hann var meira kargur, tá Hann at enda kom so langt norður og skapti Føroyar.

- Í New Zealandi er býurin Christchurch eisini nevndur ³The Garden Of City3, tí fólk, við býráðnum á odda, gera nógv fyri at hava vakrar urtagarðar og nógv grøn økir.

Í býnum eru fleiri parkir, og fólkið gongur hægri upp í urtagarðar enn í húsini.

- Aftur her er tað veðurlagið sum spælir inn. Sethúsini har høvdu ikki yvirlivað fleiri vetrar í Føroyum, men har siga tey sum so, at vit eru bert innandura tríggjar mánaðar av árinum, sigur Ingeborg.

Føroyska familjan varð væl móttikin av teimum, sum maðurin samstarvaði við. Tá tey fóru úr heimanífrá høvdu tey bert klæðir við sær, men vinfólkini í Christchurch bóru teimum alt, sum brúk var fyri. Einasta kravið til teirra var, at tey skuldu trívast.


Landið á húsagang fyri 12 árum síðan

New Zealand fór á húsagang fyri 12 árum síðan. Tað førdi við sær at samfelagsliga skipanin varð fullkomiliga broytt.

At kalla allir almennir stovnar vórðu privatiseraðir, undantikið el-verkini, og lutvíst sjúkrahúsini.

Tað hevur víst seg, at samfelagsliga umleggingin var sera gagnlig fyri landsbúskapin og fólkið, ið har býr.

Í dag er arbeiðsloysið at kalla burtur. Tímalønin er 50 krónur, og av hesum verður 20% goldið í skatti.

Hinvegin eru liviumstøðurnar nógv betur enn t.d. hjá okkum. Tað nyttar ikki bert at seta lønina og skattin niður, um ikki alt annað fylgir við, heldur Ingeborg, og sipar til uppskotið at seta løn og skatt niður í Føroyum.

- Viðvíkjandi telefongjaldinum, so rinda øll eitt felagsgjald sum hjá okkum, og fyri tað kunnu fólk ringja ókeypis í býnum har tey búgva. Í vikuskiftinu kanst tú ringja um alt landið, fyri bert 22 føroyskar krónur, og tú kanst tosa so leingi sum tú hevur hug, sigur Ingeborg.

El-megin kostar í føroyskum peningi 12 oyru pr. kilowatt tíma. Vøran er eitt sindur bíligari, men hinvegin er húsaleigan um 4000 krónur fyri eina íbúð.

- Tað tykist sum hava fólk nógvan pening um hendi, men tey hava ikki gloymt skelkin, tá landið fór á húsagang.


Skal ikki henda aftur

Hvørja viku verður lýst í sjónvarpinum, hvussu nógv hava fingið arbeiði. Henda lýsing verður altíð endað við setninginum: ³Brúkið skilið - latið tað ikki henda aftur!3.

Eins og t.d. í Australia, flyta nógv fólkasløg hendavegin. Árliga flyta 50.000 fólk inn í landið, tó at harðar treytir eru settar fyri at fáa arbeiðsloyvi. Útgangsstøðið er, at fólkið í landinum hevur fyrstarætt til arbeiðið.

New Zealand verður mett strangasta landið at flyta til. Fyri at søkja um loyvi at flyta inn, skulu umsøkjarar kenna fólk í landinum, sum vilja tryggja, at útlendingar kunnu sendast heimaftur, um tey ikki klára seg í nýggja landinum. Harnæst er kravið, at øll hava retur-ferðaseðil.


Peningasterkir asiatar

Nógvir asiatar eru millum innflytararnar, tí teir hava nógvan pening við sær. Tað vísir seg eisini, at teir sita fyri ein stóran part á vinnulívinum.

Seinast er kvotuskipan sett í gildi, sum sigur, hvussu nógv fólk kunnu flyta inn árliga.

New Zealand tekur ikki móti flóttarfólki.

Einki arbeiðisloysi er og inflatiónin er 2-3% árliga.

Tað hevur ikki bert verið heppið, at so nógvir peningasterkir asiatar eru fluttir inn í landið. Teir eru ógvuliga kvikir og dugnaligur til arbeiðis. Tað hóvar fólkinum lítið, at asiatar eiga stóran part av vinnulívinum, og at t.d. asiatisku skúlanæmingarnir koyra í fínum bilum.


Fiskivinnan

týðandi leiklut

Annars er fiskivinnan við at fáa týðandi leiklut í vinnuni, men her sita útlendingar eisini á teimum stóru kvotunum.

Kvotuskipanin varð sett í gildi fyri stuttum. Tveir av teimum størstu eigararunum eru ein vinnulívsmaður úr Bosnia og hin er úr Tjekkia. Teir hava búð í New Zealandi í 20 ár, og fingu tillutað stóran part av kvotunum, tí teir høvdu søgulig rættindi.

Upprunafólkið, sum kallast maoriir hava eisini fingið tillutað stórar fiskakvotur. Teir hava stovnað Maorifelagsskap, við endamáli at fáa landið, sum teir siga hvíti maðurin hevur tikið frá teimum, aftur.

Maorifólkið hevur somu trupulleikar at berjast við sum onnur upprunafólk. Tey hava lítla og onga útbúgving, og tíma illa at arbeiða. Hvussu teir skulu megna at stýra fiskivinnuni, er ein ivasamur spurningur.

Umframt fiskivinnan er landbrúkið, kolanámsvinnan og timburvinnan týðandi útflutningsvinnur, eins og ferðavinnan, sum hevur alstóran týdning.

New-zealendarar duga ser væl at selja landið. Teir eru greiðir yvir at tænastuveitingar hava størsta leiklutin í vinnuni.


Nógv gjørt á umhvørvisøkinum

Serliga nógv verður gjørt burturúr at forða fyri dálking. Umhvørvið er reint og nossligt, og øll eru áhugað í at varðveita náttúruna.

T.d. verða klæðir bert vaskað í køldum vatni. Serligt vaskievni verður framleitt, sum ger, at klæðini verða fonhvít. Sagt verður, at kalda vatnið slítir klæðini minni, umframt at tað er ódýrari at nýta kalt vatn í vaskimaskinuni.

Í New Sealandi er eisini serliga burturkast skipan, sum er kend víða um. Organiskt burturkast verður t.d. gjørt til urtagarðmold, pappír verður endurvunnið og glas somuleiðis.

Ein vanligan leygardag í Christchurch komu einir 300 bilar við anhangara til brennistøðina, har burturkastið verður skilt sundur.

Henda skipanin hevur vakt ans í øðrum heimspørtum, og fyri stuttum hava myndugleikar úr Japan verið og kannað skipanina.

Meðan vit hava sitið og prátað og hugt í myndabøkur, verður ofta endurtikið, hvussu serstakliga blíð new zealendingar eru, og samanborið verður eisini millum hesi bæði oyggjarlondini, sum hvør í sínum lagi eru rættiliga avbyrgdar.

- Vit merktu blíðskapin beinanvegin, tá vit komu í land í floghavnini.Fólk vóru sera frintlig og hjálpsom

- Føroyingar halda sjálvandi at vit eru blíð við útlendingar,sum koma hendavegin, men vit eru eisini merkt av at vit liva so avbyrgd frá øðrum.


Sera blíð og fyrikomandi

- Um tú t.d. fer inn á eina matstovu, har bert eitt fólk er inni, so seta new-sealendingar seg við borðið, har tú situr. Teir sessast ikki sum vit ivaleyst høvdu gjørt, so langt sum tilbar frá tí fremmanda.

- Gongur tú í gøtunum, og tað sæst á tær, at tú leitar eftir einum handli ella bústaði, so koma fólkini beinanvegin og spyrja, um ttey kunnu verða tær til hjálpar.

Blíðskapurin vístu seg rættiliga í hæddini, tá føroyska familjan kom fram.

Frammanundan høvdu vinir og starvsfólk hjá manninum sagt, at tey einki skuldu keypa, tí tey fóru at lána teimum alt, sum brúk var fyri.

Eisini gjørdu tey alt tey vóru ment fyri at vit skuldu kenna okkum væl. Tey ungu tóku eisini væl ímóti børnunum, og vístu teimum býin, fóru á djóraveiðu við teimum o.a..

Tá jólahátiðin nærkaðist, og føroyska familjan fekk vitjan av vinfólkum og fjakkarum úr Føroyum, tilsamans 14 fólk, vórðu øll 1. jóladag boðin til vinfólkini til morgunmat, síðani til provianthandlaran seinnapartin.


Merkið var brúkt sum koyggjuforheng

1. jóladagur er størsti hátíðardagur í New Zealandi.

- Tá vit komu, vóru vit víst út í urtagarðin, har føroyska merkið veitraði fyri okkum.

Søgan aftanfyri Merkið var, at Andras var við russiskum skipi, sum hevði verið á Skála Skipasmiðju. Ein russari hevði fingið flaggið til gávus, og hann nýtti tað sum koyggjuforheng.

Tað vildi Andras ikki lata sær bjóða, so hann fór í land at keypa honum okkurt at hanga fyri koyggjuna, so hann kundi bjarga flagginum.

Seinni hevði hann givið provianthandlarnum flaggið, sum tøkk fyri sýndan blíðskap.

Tá Andras seinni kom til Lyttelton, ið er havnabýur hjá Christchurch, við nýggjum skipi úr Noregi, var stór mannfjøld á kajuni at taka ímóti. Tá veitraði Merkið so vakurt undir liðuni á tí norska og tí new-zealandska flagginum. Tað fløvaði.