Team Rynkeby endaði súkkluferðina hjá sær úr Føroyum til París í farna mánaði, og stutt eftir var gjørligt hjá fólki at søkja um at gerast partur av Rynkeby liðnum til komandi ár.
Ein teirra, sum ætlar sær at súkkla langa teinin, er Uni Rasmussen. Tað heilt serstaka við tí, er, at Uni er blindur.
Uni leggur nógv fyri at halda seg likamliga væl fyri, og heima hevur hann bæði renniband og rógvimaskinu. Eisini rennir hann úti í náttúruni, men sjálvsagt eru tað ein stór avbjóðing, tá ið ein onki sær.
- Eg renni altíð saman við onkrum, og tá hava vit eitt elastikk millum okkum. Ferðin er oftani rættiliga høg og tí er gott og neyvt samskifti neyðugt, soleiðis at man sleppur undan kantum og annað, sigur Uni.
At næsta stigið verður súkkling, nervar ikki Una tað stóra.
- Man kann altíð royna. Riggar tað ikki, so riggar tað ikki. Riggar tað, so riggar tað, sigur hann.
Fær svar í september
Venjingin og súkklingin hjá Una verður skipað á sokallaðari tandemsúkklu – har tvey sita á somu súkklu.
- Eg havi roynt tað heilt fáar ferðir og bara á styttri teinum, men tað hevur riggað fínt – tað hevur verið befríandi. Eg eri eitt sindur spentur upp á hvussu tað fer at rigga við brekkum á longri teinum, sigur Uni Rasmussen.
Hann hevur sent Rynkeby ein umsókn um at sleppa við til París næsta summar, og verður hon gingin á møti, kemur hann at venja saman við tveimum skiftandi fólkum á tandem, væntar hann.
- Familjan er eisini ordiliga við upp á tað, og konan hevur søkt um at vera við sum hjálparfólk næsta ár, sigur Uni, sum fær svar frá Rynkeby í september.
Súkklutúrurin hjá Rynkeby er eitt norðurlendskt átak, sum byrjaði í 2002 og savnar inn pening til børn við krabbameini og teirra avvarðandi. Seinastu árini hevur Rynkeby túrurin veruliga tikið dik á seg, og tilsamans hava súkklararnir savnað inn meira enn 200 milliónir krónur. Síðsta ár innsavnaðu føroysku luttakararnir 1,1 milliónir krónur.