Bloggur: Bróstkrabbi og jólahugni

Súsan Joensen bloggar um at fáa jólahugnan og diagnosuna við bróstkrabba at rigga saman.

Tað er ljósareyði oktober, og tað merkir, at kvinnur í hesum døgum varpa ljós á bróstkrabba. Ein bólkur av kvinnum, sum rópa seg Krabbakvinnurnar, blogga um, hvussu tað er at hava bróstkrabba – við øllum tí, sum hartil hoyrir.Hendan bloggin hevur Súsan Joensen skrivað. 

 

 

Súsan Joensen, bróstkrabbamein í des ´15, sum 39 ára gomul

- Bróstkrabbi og jólahugni 

Tað einasta, sum mól í høvdinum á mær, tá eg fekk mína diagnosu, var: “Hvussu fái eg børnini ígjøgnum hetta uppá ein góðan máta??” Børnini vóru tá 11 og 7 ár, tað var mitt í desembur, jólahugnin var í topp .....og mamma hevði fingið bróstkrabba og skuldi til Íslands at leggjast undir skurð í jólaferiuni.

Bjarni og eg valdu beinanvegin, at børnini skuldu sleppa at hava eini vanlig krabbameinsfrí jól, so eg bíðaði við at geva teimum boðini inntil 2.jóladag; tveir dagar áðrenn eg fór til Íslands. Eg fekk bjóðað at fáa fylgjara við, men eg takkaði nei, tí eg vildi, at Bjarni var heima hjá børnunum og gav teimum eina góða jólaferiu og nýttársaftan hóast alt. 

 

Eg kom heim úr Íslandi fríggjadagin 1.januar, so vit høvdu vikuskiftið saman, áðrenn børnini skuldu aftur í skúla. Eg var sera væl fyri aftaná skurðviðgerðina, og vit hugnaðu okkum heima – akkurát sum eitt vanligt vikuskifti. Eg tosaði nógv við børnini um, at eg beinanvegin fór at kunna lærarar, starvsfólk á frítíðarskúlanum og foreldrini at floksfelagunum um mína sjúku, so tey vaksnu rundan um børnini vistu, hvat støðan hjá Barbaru og Silas var, tá skúlin byrjaði aftur. Tað hevði sera stóran týdning fyri meg, at kunna tey fólkini, sum til dagligt eru um børnini, tí eg hevði brúk fyri allari hjálp til at fáa børnini væl ígjøgnum hetta.

Starvsfólkini á LS og á Landspitalinum í Íslandi hava eisini verið til ótrúliga stóra hjálp. Eg tosaði nógv við Tórhild, sjúkrarrøktarfrøðing, um hetta, og hon vissaði meg um, at eg skuldi gera tað uppá MÍN máta, tí EG kenni míni børn best.

Starvsfólkini á onk.amb. bóðu meg endiliga biðja børnini koma við til kemo – hetta var heilt klárt við til, at tey skiltu betur, hvat hendi, tá mamma var til kemo, og tey høvdu lættari við at góðtaka, at eg bleiv so ússalig aftaná hvørja kemo.

Á stráludeildini í Íslandi vóru tey ikki minni fitt! Tey bjóðaðu børnunum at síggja strálukanónina og ymiska onnur tól og dugdu so væl at forklára, hvat tey gjørdu við meg. Eisini høvdu tey bomm og smáar gávur til børnini – fantastiskt at uppliva!

Børnini verða hart rakt, tá mamma fær krabbamein, men eg eri so takksom fyri, at vit hava havt so nógv góð fólk rundan um okkum, sum hava hjálpt okkum ígjøgnum hetta. 

 

 

Fyrireikaði børnini 


Eg royndi so væl sum gjørligt, at fyrireika børnini uppá, at kemoviðgerðin kundi gera meg nakað so ússaliga – men at hetta als einki hevði við krabbamein at gera. At hetta “bara” vóru hjáárin av viðgerðini. Eg forkláraði teimum, at læknarnir høvdu valt, at eg skuldi í kemo, bæði tí at krabbin var farin víðari í eitlarnar undir arminum, og tí eg var so ung. 

Hetta skilti Silas ikki ordiliga, so eg royndi enn einaferð at leggja dent á, at læknarnir hildu tað vera best, tí “mamma er so ung...”

So spyr hann púra álvarsligur: “Also mamma, hevur nakar lækni sagt við teg, at tú ert UNG?? Tú ert akkurát blivin 40!!”

Vit hava allatíð roynt at taka mína sjúku við einum smíli og eitt sindur av humori. Børnini arga meg enn við, hvussu ússalig eg varð aftaná hvørja einastu kemo, og serliga minnast tey, at eg brúkti hugtakið “kemohjerne” sum umbering fyri alt, sum eg ikki mintist. Men herfyri fekk eg greið boð um, at nú var SLUT við at útnytta tað, at eg havi verið í kemo. “Nú mást tú viðganga, at tú ikki hevur “kemohjerne” longur – nú ert tú bara gloymsk, sum tú eisini vart tað áðrenn kemoina!”